40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

GHM: Leygardagin 26. mars kl. 16.00 verður Norðurlandahúsið karmur um stórfingið hátíðartiltak. GHM framførir eina spennandi skrá av tónleiki, sum umboðar ymisk tíðarskeið í søgu orkestursins. Sum nakað heilt serligt, hevur tað eydnast at savna 100 GHMarar at framføra part av konsertini, og tey verða m.a. við til at frumframføra eitt spildurnýtt verk eftir Atla Kárason Petersen, sum er skrivað til høvið.

Søgan um GHM er væl dokumenterað í gerðabókum, myndum, tíðindabløðum o.ø. Hesum hevur Helgi Jacobsen grivið í seinastu mánaðirnar, umframt at hann hevur gjørt samrøður við eldri spælarar, og burturúr øllum tilfarinum hevur hann skrivað eina bók. GHM 100 ár kemur út 26. mars, og høvi verður at ogna sær hana til hátíðartiltakið og í bókasølum.

Ein forvitnislig framsýning við myndum frá seinastu 100 árunum verður eisini hongd upp í Norðurlandahúsinum í sambandi við konsertina.

GHM hevur øll 100 árini verið við til at ríka mentanarlívið í Havn og aðrastaðni m.a. við at seta sín festliga dám á Ólavsøkuna. Orkestrið spældi í nógv ár javnan til dans ymsastaðni í Havn, og jólatræshald, pisufundur, jólaguðstænasta o.a. verða á hvørjum ári ríkað við vøkrum harmoniorkesturtónum.

GHM er stytting fyri Georg Hansens Minni. Georg Hansen er maðurin, sum eigur ein stóran part av æruni fyri at tónleikalívið í Føroyum fór at blóma – serliga setti hann gongd í tónleikaundirvísing, sum liggur til grundar fyri framúrskarandi musikkskúlaskipanini, vit hava í dag. Tað vóru næmingar hjá Bakar Hansen, sum hann vanliga varð nevndur, sum 14. mars 1922 settu GHM á stovn sum ein livandi minnisvara fyri hann, sum teir skýrdu at vera ”Faðir tónleikin í Føroyum”.

Nógvir av okkara navnframastu tónleikarum, m.a. Andrea Heindriksdóttir, Anna Klett, Martin Mouritsen, Kristina Thede Johansen og Rúni Mouritsen, eru ”vaksnir upp” í GHM. Orkestrið telur í dag uml. 40 fastar spælarar, og tað er Maria Wang Reinert, sum stjórnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo