Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nú er løtan komin, sum allir føroyskir Harry Potter-fjepparar hava bíðað spentir eftir, tí nú er Harry Potter og bannsetta barnið júst komin út í føroyskari týðing.

20 ár eru liðin, síðan tann fyrsta gandakenda bókin kom út og bergtók ungar sum gamlar lesarar um allan heim, og í ár hava Harry Potter-bøkurnar selt meiri enn 500 milliónir eintøk. 

Tað merkir sostatt, at fimtanda hvørt fólk í heiminum eigur eina Harry Potter-bók! Hetta kunngjørdi heimasíðan www.pottermore.com fyri stuttum. 

Tað eru sjey bøkur í røðini um Harry Potter, og tríggjar bøkur eru síðani komnar afturat, sum taka støði í hesum sama heiminum. Bøkurnar eru komnar út á 80 málum.

Harry Potter og bannsetta barnið er ein øðrvísi bók, tí hon er sett upp sum eitt leikrit. 

Bókin er grundað á søgu hjá J.K. Rowling um Harry Potter og vinfólk hansara, og tað eru John Tiffany og Jack Thorne, sum hava skrivað leikritið. 

Í bókini eru vit farin 19 ár fram í tíðina. Harry og vinfólkini eru blivin vaksin, og nú ganga børn teirra í Hogwarts. 

Eitt sjáldsamt og óvæntað vinarlag tekur seg upp í millum Albus, sonin hjá Harry og Ginny, og Scorpius, sonin hjá Draco Malfoy. Vit fylgja hesum báðum dreingjunum í einum ótrúligum stríði ímóti tíðini.

Bergur Rasmussen hevur týtt bókina til føroyskt. Bókin er heft við klaffum og 344 bls. til longdar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo