Hátíðarhald verður í morgin 9. mai kl. 16 í sambandi við eitt listarverk, sum verður handað sum gáva frá Ísafirði, Flateyri og Suðavík í Íslandi. Hátíðarhaldið verður í viðalundini við Frælsið, eisini kallað úti í Grið ella Prestlág.
Talan er um eitt listarverk, kallað "Tveir vitar", sum verður latið í takksemi fyri stuðul føroyinga í sambandi við stóru skalvalopini í Súðavik og á Flateyri í 1995.
Skráin er henda:
Kl. 16.00 Tónleikarar úr Havnar Hornorkestri spæla.
Gísli Halldór Halldórsson (Ísafjarðarbæ) og Pétur Georg Markan (Súðavík), handa listaverkið.
Annika Olsen, borgarstjóri, tekur ímóti listaverkinum og heldur røðu.
Høgni Hoydal, varaløgmaður, heldur røðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo