Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MEST: Í góðveðrinum fríggjadagin 2. maj var týðandi dagur hjá MEST á Skála, tá ið gamla havnarskrivsstovan, formliga lat upp, sum eitt uppihaldsstað fyri starvsfólk hjá MEST.

Talan er um gomlu havnaskrivsstovuna, har trý rúm eru innrættað til hvør sítt endmál. Karaoke, chill og sports lounge eru heitini á rúmunum. Øll rúmini eru útgjørdar við skermum og útgerð, soleiðis at tey, ið nýta rúmini, eisini hava høvi til at síggja og lurta á sínum egna móðurmáli.

Á veggjunum í rúmunum vóru eisini gamlar myndir frá Skipasmiðjuni, og júst myndirnar drógu føroyingarnar til sín, og dúliga varð reypað og prátað um søgur og minnir.

Hugskotið at nýta gomlu havnarskrivsstovuna til endamálið kom, tá ið talið av filipinum byrjaði at økjast á MEST. Eitt, ið eyðkennir filipinar er tokkur teirra til karaoke. Og tá ið filipinar byrjaðu at syngja kareooke í býlinum, har fleiri onnur starvsfólk búgva, var móttøkan nakað ivasom.

- Heldur enn at broyta mentanina hjá filipinum, valdu vit at gera so at filipinar kunnu hava sína mentan her, segði Mouritz Mohr, tá ið hann beyð vælkomin.

MEST ger nógv fyri at starvsfólkini trívast, og hetta er ein liður í hesum. Á Skála starvast gott og væl 100 fólk, og av hesum búgva umleið 60 manns skamt frá Skipasmiðjuni. Tað er serliga við hesum starvsfólkum í huga, at gamla havnarskrivsstovan, er umvæld til at hýsa sosial starvsfólkatiltøk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo