Kvinnufelagið í Havn skipar fyri almennum tiltakið um haturstalu.
Í almenna orðaskiftinum verður javnan tosað um haturstalu. Henda tala er ikki eitt nýtt fyribrigdi, men hevur fingið nýggj kor ikki minst gjøgnum teir sosialu miðlarnar.
Men hvat er haturstala, og hvussu fyrihalda vit okkum til hettar fyribrigdi?
Er haturstala ein hóttan móti fólkaræðinum, ella bert nakað, ið vit noyðast at læra okkum at liva við í einum opnum og krittiskum orðaskifti?
Fyrilesturin fer at viðgera hesi evni frá einum heimspekiligum sjónahorni.
Tiltakið verður týskvøldið 25. september kl. 19:00. í Mettustovu, Skipar Hansensgøta 5.
Øll eru vælkomin
Nevndin í Kvinnufelagnum í Havn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo