40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag havi eg lagt fram uppskot til fíggjarlóg fyri 2023. Hetta er mín fyrsta fíggjarlóg sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Uppgávan hevur verið spennandi og avbjóðandi.

Bæði játtanarkarmarnir og heystfrágreiðing frá Búskaparráðnum mettu at 2023 fór at geva hall, harav Búskaparráðið metti, at hallið fór at gerast 225 mió. kr.

Tískil er tað gleðiligt, at vit í dag leggja fram uppskot til fíggjarlóg, sum gevur eitt lítið avlop.

Ynskiligt hevði verið, at avlopið var størri, eingin ivi um tað, men vit hava eisini valt, at raðfesta skattalætta, øktan barnafrádrátt og raðfestingar á teimum bleytu økjunum.

Í valskeiðnum hava vit raðfest lærlingafrádrátt, fyri at trekkja fleiri ung til yrki.

Nú raðfesta vit eisini ein skattalætta fyri lønmótakarar.

Seinastu mánaðirnar hava ógvusligar príshækkingar verið, sum hevur gjørt tað tyngri hjá fleiri at fáa endarnar at røkka saman, tískil er tað gleðiligt, at vit í hesi fíggjarlógini hava raðfest ein skattalætta, sum hækkar mørkini í lægra endanum á skattastiganum.

Eisini hava vit raðfest at hækka barnafrádráttin.

Hendan samgongan hevur raðfest samferðsluútbyggingar og tey bleytu økini, heilsu- og almannamál. Í fíggjarlógini fyri 2023 halda vit áfram við hesum raðfestingum.

Aðrar raðfestingar á fíggjarlógini fyri 2023 eru:

- Fleiri námsfrøðilesandi - ein eyka flokkur av námsfrøðilesandi verður tikin inn á Fróðskaparsetrinum

- Læknar - Pengar verða settir av til at útvega fleiri læknar, bæði kommunulæknar, serlæknar og til útbúgving av yngri læknum

- Seinheilaskadd - Pengar verða eisini játtaðir til ein stovn til seinheilaskadd, umframt eitt frítíðartilboð til m.a. børn við autismu.

- Børn við autismu - Pengar verða eisini játtaðir til eitt frítíðartilboð til m.a. børn við autismu.

Í hesum samgonguskeiðnum, hava vit givið vinnuni tryggar karmar.

Hetta kemur landinum tilgóðar nú, tá ið fleiri reiðarí hava keypt nýggj skip, og fleiri eru ávegis, sum tryggjar inntøkur frá hesum vinnum, bæði í gjøldum, partafelagsskatti, lønarskatti, umframt ávirkanin á avleiddar vinnur.

Tað er eisini gleðiligt, at vit í hesi fíggjarlógini hava ein varnan útreiðsluvøkstur, serliga tá hædd verður tikið fyri teimum ógvusligu príshækkingunum seinastu tíðina.

Eg eri fegin um, at vit í dag leggja fram uppskot til fíggjarlóg, sum er munandi betri enn forsagnir hava víst, sum raðfestir samferðsluútbyggingar, raðfestingar á teimum bleytu økjunum, skattalætta í lægra endanum í skattastiganum, barnafrádrátt og at fíggjarlógin javnvigar!

Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo