Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú átak hevur verið á Vaglinum, til frama fyri ófødda barnið, er spurningurin hvørt fosturtøka er einasta avbjóðing samfelag okkara hevur at bjóða ófødda barninum?

Hyggja vit í Hagtalsgrunnin, og eftir tølunum hjá tryggingarfyritøkum, so eru ábendingar um, at aðrar avbjóðingar sýnast daga fram úr tokutámi!

Eingin hevur sett spurningin, ella vorin varugur við, at 52 færri børn vóru fødd í 2022, í mun til 2021. Hvør er orsøkin til hesa stóru minking á 52 føddar føroyingar?

Er burðartalið fallið aðrastaðir?
Árið 2022 var á mangan hátt eitt øðrvísi ár, har nógvar almennar forðingar vóru settar fyri sosialum tiltøkum uttanfyri heimið, umframt at mong við skrivstovuarbeiði virkaðu frá heiminum, og stovnar vóru læstir niður.

At familjan nýtti stóran part av fríðtíð síni í heiminum, varð mett at hava við sær ein vøkstur í burðartalinum, men so var ikki!

Fallið í burðartalinum á 52 børn eigur at undra, tó vit eru ikki einsamøll um hendan ørkymlandi tilburð.

Fækkaða burðartalið er at síggja um alt Europa, og annars stóran part av heiminum. Árið 2023 vil vísa um henda gongdin heldur áfram. Grannalondini Ísland, Danmark, Norra og Svøríki hava somu avbjóðing. Í Íslandi manglaðu 488 børn í 2022, í mun til 2021, í Danmark 5.043 børn, í Norra 4.580 børn, og í Svøríki 9.529 børn!

Hvør er orsøkin til fækkandi burðartalið?
Úti í heimi verður somuleiðis boðað frá óvanliga nógvum forsturlátum í 1. trimestri, og um stóra øking í deyðføddum børnum. Á ”Lions Gate Hospital in North Vancouver” komu 13 deyðfødd børn til verðina sama samdøgrið, har vanligt er at síggja eitt barn um mánaðin.

Í Føroyum kann Landslæknin boða frá, at 1 deyðføtt barn var í 2021, og øktist talið til 4 børn í 2022. Miðaltalið fyri árini 2018 til 2021 er 1,75 børn.

Kann fækkandi talið av pensjónistum peika á eina felags orsøk?
Fækkandi talið av børnum kann gerast ein samfelagslig og politisk avbjóðing, í sambandi við eldrabyrðuna.

Tó er eitthvørt sum bendir á, at politiska skipanin ikki hevur fyri neyðuni at stúra fyri gongdini, tá Hagtalsgrunnurin lýsir stórt mannfall millum tey sum hava nátt tey 67 árini.

Sambært Hagtalsgrunnin er vøksturin í deyðstíttleika, millum tey 67 ár og eldri, farin frá 360 pensjónistum í 2021, til 415 í 2022, ein vøkstur á 55 pensjónistar, 4.58 fleiri um mánaðin.

Miðaltalið fyri árini 2015 til 2021 er 336 pensjónistar, har deyðstíttleikin tá økist til 79 pensjónistar, 6.58 fleiri um mánaðin, sum farnir eru foldum frá.

Kunnu tryggingarfeløguni peika á eina felags orsøk?
Stjórin í Betri Pensión, Helgi L. Petersen, var alment úti 14. apríl 2023, og boðaði frá, at útgjaldið fyri lívstryggingar var vorðið tvær ferðir so stórt, sammet við seinastu árini.

Hann segði: ”Tað sigur mær, at óvanliga nógv fólk fóru foldum frá á ungum árum í fjør”!

Sama gongd hevur verið galdandi í Europa, har størsta týska heilsutryggingarfelagið TK –Techniker Krankenkasse, við 11 milliónum klientum, kunngjørdi hagtøl, sum lýsa álvarsomu støðuna:

Í 2019 fingu 13.777 medisinska viðgerð, í 2020 var talið 15.044, og í 2021 var talið vaksið til 437.593 medisinskar viðgerðir.

Í Bretlandi ger Dr. John Campbell vart við, at yvirdeyðstíttleikin er áleið 800 um vikuna, sum kann samanberast við, at triðju hvørja viku ”søkka tvey Titanic skip”, og eingin undrast og spyr hvør orsøkin man vera!

Verður leitað eftir orsøkini?
Eingin sýnist hava áhuga í at finna orsøkina til fækkandi burðartalið, stóra mannfallið millum tey sum hava nátt tey 67 árini, og tey sum ikki náddu 67 ára markið, sambært Betri Trygging, umframt stóru økingina í øðrum álvarsomum sjúkum.

Somuleiðis skuldi tær, fleiri enn 3.400 Peer Review frágreiðingarnar, sum lýsa mongu skaðarnir, sjúkurnar og deyðsføllini, sum nú daga fram, vakt áhugan at finna veruligu orsøkina, sum sýnist komin burtur úr ongum, skulu vit skilja Heilsuverkið rætt!

Heilsuverkið er eyðsæð ikki ført fyri at peika á eina orsøk, tó vit eru væl ávegis inn í triðja árið, har støðan er eins álvarsom og við ársbyrjan 2021! Eru vit sjálvi orsøk til støðuna, og endurtaka tað, vit skuldu verið steðga við, tá eru útlitini sjálvsagt ikki tey bjartastu.

Vágaportalurin setti Landslæknanum fyrispurningin, um orsøkina til ógvusliga vøksturin, har 120 fleiri krabbameinssjúklingar vóru sendir til Danmarkar til viðgerðar í 2022, í mun til árið 2021.

Svar Landslæknans kundi skiljast soleiðis, at Heilsuverkið visti hvør orsøkin ikki kundi vera.

Verður veruliga orsøkin ikki funnin, eru stór sannlíkindir fyri, at trilvað verður í blindum í Heilsuverkinum við symptomviðgerð. Tá vilja vit mest sannlíkt framhaldandi síggja talið av deyðsføllum og sjúklingum, vera beinleiðis partur av duldarkendu orsøkini!

Spurningurin til Heilsuverkið og politisku skipanina má tí verða:

”Hvat verður gjørt fyri at finna veruligu orsøkina til stóru heilsufrøðiligu avbjóðingarnar, lýstar omanfyri, umframt demografisku avleiðingarnar av teimum”?

Hippocrates.fo
/Mourits M. Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo