Sum 16 ára gamal varð Hávard Vatnhamar fyri eini álvarsligari arbeiðsvanlukku, tá hann bleiv fastur í einum spæli umborð á einum fiskiskipi. Hann varð somikið hart kroystur í veirunum, at hann lá deyður á dekkinum í nakrar minuttir. Lív kom tó í hann aftur, men partur av høgra armi stóð ikki til at bjarga.
Hoyrið samrøðuna við Hávard Vatnhamar, sum millum annað greiðir frá, hvussu hann rakk málinum, sum var at umboða Føroyar til paralympisku leikirnar í Tokyo í september. Gomlu orðini hjá Franz av Assisi hava hjálp honum á mál.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo