Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað ljóðar um geilar og stræti. Tað hoyrist sum makligt suð í samtalu millum fólk. Tað hoyrist sum málageipan, tá ið sinnið er nakrar strikur heitari enn miðal. Tað stendur sjónliga skrivað í orðum teirra lærdu og ritum teirra, ið røða um tilveruna, fólksins lív og umstøður.

Orðini um tol og tolsemi!

Onkuntíð ljóðar tað sum um, at talan um at vera tolin og rúmligur er eitt nýtt fyribrigdi. At tað er eitt framkomnari nútíðar rák enn tann kendi kristni boðskapurin, ið hevur ljóðað í øldir. Onkuntíð verður hildið, at vit, ið prædika, eru snævur, smøl og ótollynt. 

Vit, ið prædika evangeliið um Jesus, mega hyggja inneftir, arbeiða við okkum sjálvum og læra av gjørdum mistøkum. Vit mega vera eyðmjúk, tí onkuntíð nýta vit skeiv orð um ein rættan og góðan evangeliskan boðskap.

Ístaðin fyri at síggja menniskju og rokna tey inn í Guðs óendaligu møguleikar hendir tað, at vit avskriva og seta tey uttanfyri Guðs náði. Ikki altíð er tað tilætlað, tí heldur er talan um tvørrandi nærveru og umhugsni.

Føstan er ein tíð í kirkjuárinum, har dvalt verður við Jesu líðing og deyða. Hetta tíðarskeiðið er ein fyrireiking til lívsins stóra undur, at Jesus vinnur sigur á deyðanum og rísur upp til lívs páskamorgun. Lívið vinnur sigur á deyðanum, ljósið vinnur á myrkrinum, og vónin vinnur á kvalandi vónloysi.

Pínslusøga várs Harra Jesu Krists staðfestir, at sonur Guðs tolin bar tær byrðar, ið lagdar vóru á herðar hansara. Hóast hann var háðaður, píndur og hildin fyri spott, bar hann í tolni krossin við heimsins syndabyrðu. Jesus var tolin í orði og verki, lyndi og medferð.

“Hann varð nívdur, men stillisliga bar hann tað, og hann læt ikki upp munn sín eins og lamb, ið verður leitt at verða dripið, eins og seyður, ið er tigandi, tá ið teir royta hann; hann læt ikki upp munn sín.” (Jesaja 53,7).

Tað er henda verumátan hjá Jesusi, ið ápostulin Paulus gevur teimum ungu kirkjuliðunum sum fyrimynd og leiðreglu. Leitið til Jesus og nemið friðin, gleðina og lívið. Leitið til Jesus og gangið í fótasporum hansara í innanhýsis samskifti í kirkjuliðinum og í samskiftinum við medmenniskjuni í tí verðsliga samfelagnum.

Í kristnum umhvørvi eru vit von at hoyra áheitanina um at sýna hvør øðrum virðing og umsorgan. Vit tosa um tann treytaleysa og markleysa kærleikan, sum eingin mørk setir. Tað er gagnligt fyri hin einstaka, kirkjuliðið og samfelagið, at vit framhaldandi minna hvør annan á hesar kristnu dygdir.

At tol og tolsemi eru ein andalig dygd var áhugavert at varnast. Hesir eginleikar eru ikki so ljóðligir ella sjónligir í kristnari prædiku. Møguliga er orsøkin, at tol og tolsemi kunnu kosta nakað á tí konto, har okkara kristnu virðir eru bókað.

Harafturat kann tað í eygunum hjá samsintum brøðrum og systrum tykjast sum um, at vit við taluni um tol og tolsemi eru vikin frá okkara sjónarmiðum og grundliggjandi virðum. At vit eru farin á glið, og at alt á ein hátt er vorðið líkamikið.

Tann hóvliga og rúmliga talan fær nøkur fólk at halda, at vit ikki longur eru sannførd um okkara egnu virðir og eru ivasom.

Tvørturímóti tykir mær, at orðini hjá ápostlinum um at hava tol lýsa ta styrki, har tann sterki megnar at rúma tí veikara. Talan um tolsemi og tol eru tekin um eina andaliga styrki. Vit fáa í trúnni lut í og gerast sterk í Kristi sigri, hann, ið vunnið hevur á tí ónda og øllum illum. 

Eftir áminningina um at virða tey, ið standa á odda í kirkjuliðinum, kemur ein heilt onnur áminning. Áminningin flytur seg frá teimum, ið hava yvirskot og tykjast sterk, til áminningina um at vera nakað fyri tey, ið onkursvegna hava avbjóðingar.

“Og vit leggja tykkum tað í sinni: Áminnið tey óflýggjaligu, uggið tey mótlítlu, hjálpið teimum veiku, havið tol við øll!”

Tað er á ein hátt sjálvsagt, at vit skulu fara høviskliga at í okkara samskifti við tey, ið standa á odda í kirkjuliðinum. Tað er vanligur fólkaskikkur og uppaling.

Tað er ein meira krevjandi áminning, at vit skulu hava tol við øll og enntá teimum, ið liva eitt óflýggjaligt lív.

At vit hóvliga umgangast tey, ið eru mótleys og ivasom, er at kalla upplagt. At vit virðiliga og hóvliga fara um tey veiku, sømir seg øllum.

At vit skulu hava tol við øll er ein krevjandi andalig avbjóðing hjá okkum kristnu, ið halda, at vit eru í og eiga sannleikan.

At rúma samsintum er valla nakað stórvegis kynstur. At vera tolin og rúmligur er at rúma teimum, ið ikki eru ella halda tað sama sum vit. At vera tolin er at vera sum Jesus. Amen.

Orðið: “...havið tol við øll.” (Fyrra bræv Paulusar til Tessalóniku 5,14).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo