Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: - Vit í Tórshavnar Kommunu royna alla tíðina at betra um møguleikarnar hjá okkara ítróttarfeløgum, nú var tað tykkara tørn at fáa betri hølisumstøður, og tað hava tit fingið við hesum hølunum í Skansastovu, segði Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, tá hølini nú vórðu al,ent tikin í nýtslu.

- Tykkara felag er  vaksi nógv seinastu árini, og nú hava tit 100 limir. Havnar Dartfelag er eitt virkið felag, tit hava skipað fyri altjóða kapping her í Føroyum við stórari luttøku.

- Limir úr Havnar Dartfelag hava eisini gjørt vart við seg í kappingum uttanlands, har ein av tykkara limum fekk framúr gott úrslit, so eisini her hava vit føroyingar víst framúr góð úrslit. Tillukku við tí.

- Tað er óguvliga umráðandi at skapa karmar til fríðtíðarvirksemi av alskyns slag, fyri at okkara borgarar, okkara ungdómar, hava eitt breitt úrval av fríðtíðaraktiviteti  at velja ímillum at fara til.

- Tórshavnar Kommuna vil alla tíðina menna og víðka um møguleikarnar hjá ítróttinnum og øðrum fríðtíðaraktiviteti. Eg fari tí at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við nýggju hølunum, segði Annfinn Brekkstein.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo