Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Livandi mentan og gleimur í havnargøtum. Fríggjakvøldið 2. juni verður av álvara lív í miðbýnum, tá ið Havnin bjóðar øllum vælkomnum á Mentanarnátt 2017.

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, er Mentanarnáttin vorðin eitt fast afturvendandi tiltak í Havnini, og skráin og undirtøkan veksur hvørt ár.

Skráin er drúgv og fjølbroytt Mentanarnáttina. Tónleikatiltøk eru ymsastaðni í býnum, og stovnar og fyritøkur hava opið hús. Handlar í býnum hava opið til klokkan 23.00, og allar matstovur hava eisini opið.

Nýtt á skránni er millum annað bamsuskaðastova á Landssjúkrahúsinum. Smæran í Vørðsluni hevur eisini opið hús við tónleiki, framløgum, hugleiðingum og øðrum. Í Niels Finsens gøtu verður stór mótasýning, og Handilsgøtan spennir seg út við barnatiltaki, tónleiki og undirhaldi.

Øll skráin fyri Mentanarnáttina kann lesast á visittorshavn.fo og facebook.com/mentanarnáttin

Skráin sæst eisini HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo