Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havstovan er ávarað fleiri ferðir seinastu 5 árini um at tað mátti fiskast meira av toski, fyri at føðin ikki bleiv etin upp.

Á sumri 2019 var so mikið av føðini, uttanfyri 3 fjórðinga markið etið upp, at toskurin (slánar) komu inn undir land og á firðir at leita eftir føði.

Hvussu nógv 1.000 tons doyði í hungri, veit ongin, men tað eru nógv.

Toskastovnurin var minst 4 ferð so stórur, sum Havstovan metti hann til árini 2015-19.

Tá onki blívur gjørt fyri at røkta toskastovnin, yvirliva bert teir sterkastu.

Øll vita tað ber ikki til at sleppa 1.000 seyðum í ein haga, sum bert hevur føði til 100 seyður.

Tey sum hava skil fyri seyði vita, um tey ikki røkja stovnin burðardygt, blíva allir seyðurin rak, og bert teir sterkastu yvirliva.

Tað er lítið av føði um veturin, tí fletta tey eisini um heystið.

Øll eru samd í, at náttúran hevur nógv at siga, men vit kunnu hjálpa náttúruni.

https://hagstova.fo/fo/tidindi/vael-minni-av-toski-avreiddur-i-ar

Osmund  Justiniussen
http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/04/05/samdir-um-hvussu-ngv-er-til-av-toski

Jón Kristjánson
https://fiski.blog.is/blog/fiski/entry/1285231/?fbclid=IwAR3hvKZPNwE5YwKLvWdBPRaq9xh9pXiEkF56Gj8oDf09nLEkbDVAm3bI-UY

Nøkur dømi úr lesarabrøvum, eg havi skrivað.

Tað einasta Havstovan sigur er, at vit hava gjørt nakrar merkingar av toski sum vísa, at okkara toskur, sum einasti livandi skapningur, sum ikki fer út av sínum øki at leita eftir føði, sjálvt um tað eru sera nógvar ábendingar, sum vísa tað mótsatta.

Uppskotið, sum Havstovan kom við nú um at stongja økir og taka allar óbrúktar og 1/3 av teimum brúktu úr skipanini, hevur onki við veruleikan at gera, og sum eisini førir tað við sær, at man kann ikki annað enn standa spyrjandi – er hettar eitt átak, bert við tí eina endamálinum - at oyðileggja fiskidagaskipanina?

Toskastovnurin er so stórur nú, so um ov lítið blívur fiska úr stovninum, minkar føðin skjótt og kannibalisma blívur, tá minkar toskastovnurin skjótt.

Den store lexikon.

I virkeligheden ved vi grumme lidt om det, erkender Morten Winther. Modsat burde et meget lille antal store torsk i Nordsøen få bestanden til at stige. Torsken er kannibal, og op til 20 pct. af føden består af små torsk. Der er flere sæler, og det gør et indhug i bestanden, men slet ikke i noget i forhold til fiskeriets påvirkning, mener biologen.

Tikið úr Nordjyske.dk

https://forskning.no/evolusjon-okologi-marinbiologi/spise-og-bli-spist/764839

https://www.youtube.com/watch?v=v-nBpIyjidc&feature=youtu.be&t=17

Nógv onnur hava eisini ávarað um undir fisking, løgi er at fiskifrøðingar kenna so lítið til tað.

http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/12/01/20201201skerjitoskafiskiskapinnidurihelvt

Feilurin hjá Havstovuni hevur kostað landskassanum nógv, og kemur at kosta meira.

ICES og fiskifrøðingar vilja ikki lurta eftir vitan frá nøkrum, men vónandi taka teir ábyrgdina

Tí betur síggja fleiri og fleiri fiskifrøðingar, at Jón Kristiánsson hevur rætt, og taka frástøðu frá ICES .

Eyðun Hansen
Vestmanna 01 12 2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo