Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í hesum døgum verður eitt sokalla Synthposium hildi í Moskva, har Heðin Ziska Davidsen er við. Hann er boðin at hava eina framførslu og eina framløgu. Bæði snúgva seg um ’støj’ og ’signal’ og móti millum tey.

Synthposiumið er ein ráðstevna við framførslum, framløgum og framsýningum har dentur er á ljóðgerð; ymsir mátar at tilevna ljóð á, serliga syntetisk ljoð.

Listafólk úr øllum heiminum savnast at hava framførslur og framløgur um sína list og hvussu tey gera og nýta ljóð.

Eisini eru fyritøkur, ið framleiga ymiska útgerð, ið verður nýtt til framførslur og sýna fram. Innan elektroniskan tónleik og ljóðlist hevur modular synthesizarin gjørt seg meir og meiri galdandi tey seinastu árini, hóast hann ikki er so nógv at síggja í Føroyum enn. Tað er millum annað á hesum ljóðførinum at Heðin fer at framføra.

www.hedinziskadavidsen.com

www.synthposium.ru

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo