Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú verður kommunuval, og nú skal Heðin aftur veljast inn uppá eitt ørvitismál.

Ongantíð í flogvallarsøgu Føroya hava so nógvar útbyggingar verið á flogvøllinum í Vágum.

Parkeringsviðurskiftini verða betrað munandi, hangarur verður bygdur, betran av viðførisviðurskiftunum, víðkað komuhøll og ein ætlan um at breiðka og leingja flogbreytina. Afturat hesum verður flúgvi simulator bygdur og flogvallarhotellið útbygt.

Hetta eru útbyggingar fyri hundratals milliónir. Íleggingargrunnurin er partur av fíggingini, men annars verður hetta fíggja aðrar vegir.

Hetta tolir Heðin Mortensen ikki. Hann vil hava alt skal liggja í Havnini. So øll skulu koyra til Havnar, um nakað alment ørindi er hjá borgaranum.

Nú brúkar hann útflutningsvinnuna sum jarnbrot. Sami sjónleikur hvørja ferð.

Pengakassin er fullur, so nú vil Heðin hava okkurt annað at brúka pening uppá. Eg vóni at havnaborgarar heldur ynskja betri kommunala vælferð í Havn enn stór kostnaðarmikil stórheitsprojektir.

Eldra- og barnagarðsøkið í Havnini hava fíggjartørv.

Ein kommunal útjavning var heldur vegurin fram, har man hjálptist at útbyggja samfelagið.

Vága floghavn er ein altjóða flogvøllur, sum kann laga seg til allan framtíðar tørv. Farleiðin til og frá flogvøllinum verður eisini smiðligari í framtíðini. 

Ikki gera fleiri skilaleys projektir í Føroyum. Nú er tíð at steðga.

VIT HAVA EIN GÓÐAN ALTJÓÐA FLOGVØLL, SUM ALLA TÍÐ SKAL DAGFØRAST! 

Jóhannis Joensen
Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo