Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Heilafelagið: Mikukvødlið 21. februar kl.19.00 skipar Heilafelagið fyri einum Kafé-fundi á Seglloftinum á Tvøroyri.

Heilafelagið skipar javnan fyri kafé-fundum kring landið og hesa ferð vera vit í Suðuroy.

Høvið verður at hoyra um støðuna hjá avvarðandi og fólki, ið eru rakt av heilabløðing ella blótøppi í heilanum.

Felagsheitið er seinheilaskadd og fevnir hetta eisini um fólk, ið av sjúku ella vanlukku hava fingið skaða á heilan. Hesi fólk hava ofta sera álvarsligar fylgjur av slagtilburðinum og tað er eisini nógv at hugsa um hjá avvarðandi, tí lívsstøðan brádliga broytist so munandi.

Í Føroyum vera 130 fólk árliga rakt av skaða á heilan. Hetta eru álvarslig tøl og søgurnar eru nógvar og ymiskar. Tað er ikki altíð lætt at tosa um seinheilaskaða, og tabu er ofta rundanum tann rakta og familjuna.

Kafé-fundirnir eri ætlaðir, at geva møguleika fyri at taka orðið ella bert at lurta eftir øðrum og teirra royndum.

- Tað er okkara fatan, at nærumhvørvið hevur ein stóran og týdningarmiklan leiklut í rehabiliteringini hjá teimum, ið eru rakt. Tí vóna vit, umframt limirnar, at síggja umboð fyri kommunurnar á fundinum, grannar og avvarðandi. Høvið verður at práta saman um ein góðan drekkamunn, sigur Heilafelagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo