Sannir vinir vara, hini koma og fara
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Í morgin klokkan 16 verður greitt, hvør heildarætlan fyri Stórutjørn arbeitt verður víðari við.

Tað var í fjør, at Tórshavnar býráð samtykti at leggja lunnar undir framtíðar virksemið við Stórutjørn.

Tórshavnar kommuna bjóðaði fyrst føroyskum arkitektum og arkitektavirkjum til hugskotskapping um heildarætlan fyri økið við Stórutjørn. Síðani vóru fýra toymi undangóðkend at luttaka. Toymini lótu teirra uppskot til heildarætlan inn 17. apríl 2020.

Alt bendir á, at Stóratjørn verður tann næsti býarparturin í Tórshavnar kommunu, ið farið verður undir at skipa.

Økið er tilsamans 800.000 m2 til støddar og liggur millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og haga fyri vestan.

Heildarætlanin, sum nú verður avdúkað, snýr seg um, hvar bústaðarbyggingin verður, hvar vinnustykkini verða, hvar ítrótturin verður skipaður, og hvussu vegir og gøtur verða skipaðar.

Tey, sum hava vunnið 1. virðislønina í samlaðu dømingini, verða knýtt at verkætlanini at leggja Stórutjørn til rættis sum ráðgevi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo