Almanna- og Mentamálaráðið: Á almennum tiltaki seinnapartin í dag varð nýggja heildarverkætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum 2023-2028 handað landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg.
Talan er um 20 átøk í hesi heildarverkætlanini og byggjur arbeiðið víðari á bæði væleydnaðu royndirnar frá fyrru heildarverkætlanunum, á royndir, ið virksemið í Kvinnuhúsinum hevur ment innan harðskapsøkið í Føroyum, eins og á royndir frá arbeiði við harðskapi uttanlands.
Tiltøkini eru skipað undir fimm høvuðsøkir:
- At upplýsa og fyribyrgja harðskapi
- Átøk sum stuðul til harðskaparrakt
- Átøk, ið venda sær til yrkisbólkar
- Átøk at lætta um atgongdina til hjálp í sambandi við harðskapin
- Átøk at stuðla undir vísindaligum kanningararbeiði innan harðskapsøkið
Hóast vit sum samfelag hava flutt okkum rætta vegin, so mugu tó vit ásanna, at tað framvegis er ein larmandi tøgnmentan kring harðskapin í parløgum og nærsambondum. Okkum tørvar at fáa skapt eitt mál fyri at kunna seta orð á harðskapin og soleiðis at fáa brotið tøgnina og lagt lunnar undir eina neyðuga hugburðsbroyting.
Lyklaorðið handan arbeiðið er menning. Menning av fakligari vitan innan harðskapin. Vit hava longu sett gongd á hetta arbeiðið. Starvsfólk í Kvinnuhúsinum hava við síni fakligu vitan gingið á odda. Teirra arbeiðsorka hevur tó ikki rokkið til at savna inn, menna og føroyska tilfar at brúka í vísindaligum kanningum, til upplýsing og kunning. Hetta verður tí eitt av fleiri neyðugum stigum fyri at basa harðskapi.
Til ber at taka heildarverkætlanina niður HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo