Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hjartaliga tillukku til A-landsliðið hjá monnum, sum aftur hevur nátt hægstu tindum og vunnið Føroyum pláss í EM-endaspælinum í Týsklandi í 2024.

Tit eru knáir.

Vit vita, at endaspælið ikki kemur av sær sjálvum, men er úrslit av nógvari, góðari og miðvísari venjing hjá hvørjum einstøkum av tykkum - hvør sær og saman.

Hetta er eisini úrslit av einum professionellum arbeiði í Hondbóltssambandinum og ikki minst eitt stórt herðaklapp til føroysku hondbóltsfeløgini kring landið, sum hvønn dag alt árið brúka tíð og orku uppá okkara ungu soleiðis, at tey kunnu vera partur av sunnum felagsskapum.

Vit eru errin av tykkum og gleða okkum at fylgja tykkum og føroyskum hondbólti komandi árini, og ikki minst gleða vit okkum til at síggja tykkum í Føroya Arena, tá ið hendan er liðug fyrst í 2025.

Parturin hjá kommununi kemur ikki at liggja eftir, og vit seta alt inn fyri at halda tíðarætlanina soleiðis, at føroysku landsliðini kunnu spæla sínar heimadystir heima í Føroyum.

Enn einaferð hjartaliga tillukku og góða eydnu víðari.

Vegna Tórshavnar kommunu
Heðin Mortensen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo