Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg skilji ikki, hví tað verður brúkt tíð og orka uppá at kjakast um, hvussu vit fáa Heilsuskúlan fluttan til Tórshavn. Orsøkirnar til, at fólk frávelja skúlan er ikki orsakað av, at hann liggur í Suðuroynni.

Vit vita, at um vit veruliga ynskja at taka eina ávísa útbúgving, so fara vit har, sum útbúgvingin kann nemast. Vit eru jú mong, sum hava verið í øðrum londum og nomið okkum útbúgving og tá verður ikki grenjað um, at skúlin ikki liggur í Tórshavn - heldur tvørturímóti - og tað verður minst aftur á lestrartíðina við gleði.

Nú havi eg sjálv havi gingið á Heiluskúlanum, sjálvt um eg havi búð alt mítt lívá Argjum. Eg havi havt eina minniliga og fantastiska góða tíð á Heilsuskúla Føroya sum eg seint fari at gloyma. Og um studningurin rakk til, so gekk eg har enn.

Heilsuskúlin MÁ og skal liggja júst har hann liggur nú - í Porkerishaga. Heilsuskúlin er ein framúr skúli við eldsálum. Hesar eldsálir kunnu hvørva, um skúlin verður fluttur, tí staðsetingin er ein so stórur partur av samlaðu heildini.

Verður skúlin fluttur, eri eg vís í, at tað verður mønustingurin fyri skúlan. Vit mugu hugsa um, at alt Føroyar skal mennast og hjálpast.

Miðalaldurin á lesandi á Heilsuskúlanum er lutfalsliga høgur, samanborið við aðrar útbúgvingar. Tá hava tey lesandi útreiðslur - børn og húsarhald - at hugsa um. Tá kann tað vera bæði lættari OG bíligari at vera verandi í egnum bústaði og varðveita sítt nærumhvørvi.

Vit mugu stuðla uppundir at gera tað lættari fyri hesi lesandi foreldur at skipa sín gerandisdag - fyrst og fremst reint fíggjarliga - samstundis við, at vit eggja ungum at leggjast afturat hesum útbúgvingum. Arbeiðsmarknaðurin og heilsu- og røktarøkið skríggjar eftir arbeiðsmegi, og vit mugu seta ting í verk fyri at tryggja, at tey lesandi sum taka eitt tak, kunnu gera tað undir bestu fortreytum.

Sambandsflokkurin ætlar at hækka studningin soleiðis, at hann verður kappingarførur við SU - 1000 kr. eyka skattafríar um mánaðin. Hetta er fyrsta stig! Eisini skulu vit umhugsa at geva næmingum løn undir útbúgving, sum næsta stig. Eitt skúlaheim, er eitt triðja.

Heilsuútbúgvingarnar og teirra arbeiðspláss mugu umtalast og skipast við tí virðing, tey hava uppiborið. Eitt er at tosa jaligt, bæði um útbúgving og starvsfólk, men so sanniliga eisini at starvsfólk verða sett undir sømiligum treytum, soleiðis, at tey frameftir fara at støðast á arbeiðsplássinum.

Harriet Høgnesen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo