Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almannamálaráðið: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum hevur raðfest eitt nýtt heim í Suðuroy, millum annað ætlað fólki við seinheilaskaða. Hetta sæst í uppskoti til fíggjarlóg 2023, sum er løgd fram.

Til hetta endamálið er, við framskrivingum í 2023, avsett ein hækking uppá 7.5 mill. kr. Talan verður um ein stovn, sum skal hýsa 10 borgarum við  seinheilaskaða, menningartarni og við autismu, umframt at tað eisini gevur møguleika fyri umlætting.

Tørvurin fyri varandi bústaðarloysnum fyri borgarar við avbjóðingum í Suðuroy hevur verið eyðsýndur.  Við hesum heiminum slepst undan at skulu gera einstaklingaskipanir, sum eru væl dýrari.

Tí fegnast Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum almikið um, at hendan raðfesting hevur borið á mál.

- Hetta letur samstundis letur hetta upp fyri eini góðari loysn fyri bæði bústaðar- og umlættingar møguleikum fyri borgarar í Suðuroy.

Miðað verður eftir, at Trivnaðardepilin hjá Almannaverkinum setur virksemið í verk tíðliga í 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo