Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tað eru sum so eingi formlig krøv til, hvussu ein fráboðan skal vera, ið skúli ella lærari senda inn.

- Tað, ið vit sum barnavernd mæla til, er, at skúlin ella lærarin kemur við eini skrivligari fráboðan. Tað góða við tí háttinum er, at tú hevur skrivað niður tað, ið tú vilt hava fram, og fært hildið fast í kjarnanum í málinum. Tú fert á fund við foreldrini, har tú greiðir teimum frá fráboðanini, ið fer til barnaverndina. Skúlin eigur at standa fast við tað, sum stendur í fráboðanini, og foreldrini eiga at vita, hvat stendur í henni, tá hon verður latin barnaverndini. Tey kunnu fáa eitt avrit, um tey vilja tað. Næsta stigið er, at barnaverndin setir seg í samband við familjuna.

- Tað eigur ikki at koma fyri, at ein familja ikki er kunnað, áðrenn vit koma upp í málið. Kemur eitt barnaverndarmál púra óvart á eina familju, kann tað skeikla viðurskiftini millum heimið og skúlan illa. Skúlin eigur at leggja dent á, at heimið kann hava álit á honum. Kanska eru partarnir ikki samdir, men heimið eigur at vita, at alt verður gjørt fyri at hjálpa barninum, sigur Tonju Sonhardsdóttir, leiðara á barnaverndini í Norðoyggjum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo