Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heimsbankin hevur júst útgivið eina frágreiðing, ið ger greitt, at vit ikki kunnu vænta okkum nakran stórvegis búskaparvøkstur hesi næstu árini. 

Sambært Global Economic Prospect-frágreiðingini hjá bankanum veksur heimsbúskapurin við 1,7% í ár. Hetta er bert helvtin av tí, sum bankin metti fyri einum ári síðan. 

USA, Kina, ES og 70% av menningarlondunum koma at verða rakt av hesi gongdini, skrivar bretska avísin The Guardian.

Heimsbankin slær fast, at tann høga inflatiónin, tær hækkandi renturnar og tann alsamt vaksandi tvídrátturin á altjóða politiska pallinum fer at hava við sær, at heimsbúskapurin kemur at uppliva eina fíggjarliga afturgongd innan tey næstu trý árini. 

Lági vøksturin fer serliga at raka menningarlond, ið stríðast við eina stóra skuldarbyrðu, eitt veikt gjaldoyra og fallandi íløgur.

Heimsbankin, ið hevur sum endamál at berja niður fátækradømi, heitir í hesum sambandi á altjóða samfelagið um at veita enn meira stuðul til láginntøkulond. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo