Tórshavnar kommuna: Um 400 fólk runnu Marathonrennin í Havn sunnudagin, harav um helmingurin vóru útlendingar úr fleiri enn 30 ymsum londum. Tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum seti renningina í gongd niðri í Vágsbotni.
- Nú halda vit aftur heimsins vakrasta marathon í okkara ófatiliga vakra landi, nú vit renna marathon fyri 19. ferð seinastu 20 árini, segði borgarstjórin, sum nevndi, at Bragdið varð endurstovnað í 1986, millum annað tí at Oyggjaleikirnir vóru komnir, og hesir vaktu áhuga aftur fyri frælsa ítróttinum.
- Tað er neyvan nakað so gott fyri heilsuna, sum at ganga, og sum at renna. Og kann nakað vera betur at byrja veruliga summarið við enn einum slíkum átaki sum hesum? Vit eru meira ella minni øll rennarar. Sum ganga og renna. Summi renna allatíðina. Summi renna skjótari enn onnur, men kortini snýr tað seg ikki altíð um at vinna.
- Tað at gjøgnumføra tað ætlaða, kann vera ein persónligur sigur – og góð likamsvenjing er tað í øllum førum. Og hetta er galdandi, um vit ganga ella renna 5 ella 10 kilometrar, og um vit renna hálvmarathon ella eitt fult marathon.
- Dagurin í dag er eitt gott dømi um, at renning ikki einans snýr seg um kapping, men um heilsu yvirhøvur. Her eru tilboð til okkum øll, ið hava hug at taka lut.
- Tað kann vera trupult hjá kommununi og fyritøkum at fyriskipa, tá tílík tiltøk verða hildin inni í býnum og ymisk arbeiði samstundis eru í gongd, men her sýnist alt at ganga sum eftir vatninum – og tøkk fáið tit øll, ið skipa fyri. Og takk fyri tykkara tolni við okkum.
- Eg fari at nýta høvið at takka øllum feløgum, stovnum og fyritøkum, sum hava sett bæði heilsu og renning í fokus seinastu tíðina. Umframt, at vit gera okkum sjálvum eina góða tænastu, tá vit eru við í einum tiltaki sum hesum, so kunnu vit eisini vera við til at hjálpa øðrum í gongd.
- Eg eri vísur í, at mong av okkum hava funnið íblástur til at fara í gongd, bara tí vit hava sæð onnur runnið og rørt seg. Og upp á sama máta verða tað kanska fleiri, sum síggja tykkum í dag, ið seta sær eitt nýtt og spennandi mál, so tey siga við seg sjálvi: Næstu ferð skal eg eisini við!
- Hetta er rein renniveitsla við lít. Eg vil við hesum fáu orðum enda við at takka fyrireikarunum fyri eitt avbera gott arbeiði og at ynskja okkum øllum somlum ein góðan túr, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann taldi niður og sendi rennararnar avstað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo