40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fox News-stjørnan Tucker Carlson bar ótta fyri at Trump kundi knúsa sjónvarpsrásina um Fox News ikki rann ørindi fyri Trump.

Tá Donald Trump tapti forsetavalið í 2020 og Joe Biden vann valið, fanst Trump alment at úrslitinum og segði at talan var um valsvik..

Trump helt at rætti vinnarin á valinum var hann..

Nú er komið fram meira um hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini í høgravenda sjónvarpsrásinå Fox News - bøði viðvíkjandi úrslitinum av valinum og viðvíkjandi uppáhaldinum hjá Trump um valsvik.

Dominion Voting Systems - sum hevur ábyrgd av atkvøðunum í fleiri deilstatum - hevur saksøkt Fox News og teirra netverk fyri 1,6 milliardir dollarar.

Dominion sigur at Fox News kom við skeivum ákærum um atkvøðumaskinurnar til fyrimun fyri Biden. .

Tað er í sambandi við rættardokumentini at samskifti í Fox News er almannakunngjørt og umtalað av CNBC og Business Insider.

Í rættardokumentunum sæst at starvsfólk í Fox News ikki vóru samd í at talan var um valsvik á forsetavalinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo