Klaksvíkar kommuna heitir á øll fólk, sum búgva á ovastu rekkjunum í Klaksvík, Ánunum og á Norðoyri um at fara frá húsum beinanvegin.
Talan er um eina evakuering vegna stór skriðulop fleiri staðni í býnum, og vandi er fyri fleiri lopum.
Tilbúgvingin í Norðoyggjum fylgir neyvt gongdini.
Er tørvur á tilhaldsstaði, ber til at seta seg í samband við Miðlan á tel. 41 00 00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo