Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Helgi Dam Ziska hevur fingið góða byrjan í kappingini millum telvarar úr smátjóðum í Evropa. 

Føroyski stórmeistarin hevur vunnið bæði talvini higartil, og er á odda saman við trimum øðrum, nú tvey umfør eru farin.

Helgi vann í fyrsta umfari í gjár á Luitjen Akselssyni Apol, og í dag vann hann á Luke Brezmes úr Andorra. Helgi hevur telvað væl og vunnið sannførandi. 

Luitjen tapti aftur í dag, men hevur havt tveir av harðastu mótstøðumonnunum at byrja við. Í gjár var tað Helgi, og í dag Michael Wiedenkeller úr Luksemburg.  

Líkt er til, at kappingin fer at standa millum Helga, Wiedenkeller og Efimov, sum hava hægstu styrkitølini. Innanhýsis talvini teirra millum fara helst at vera avgerandi. 

Støðan eftir tvey umfør í kappingini er henda:
Helgi Dam Ziska 2
Michael Wiedenkeller (Luksemburg) 2
Igor Efimov (Monako) 2
Jake Darmanin (Malta) 2
Fred Berend (Luksemburg) 1
Luke Brezmes (Andorra) 1
Luitjen A. Apol 0
Pavlos Constantinou (Kyprós) 0
Paul Carpenter (Jersey) 0
Ezio Righi (San Marino) 0

Telvararnir sita í hvør sínum landi og telva sínamillum umvegis teldur. Strangt vaktarhald er til tess at tryggja, at alt fer rætt fram. Føroysku telvararnir sita uppi á Hotel Føroyum.

Í triðja umfari í morgin verður telvað soleiðis:
Helgi Dam Ziska - Jake Darmanin
Fred Berend - Luitjen A. Apol
Michael Wiedenkeller - Luke Brezmes
Paul Carpenter - Igor Efimov
Ezio Righi - Pavlos Constantinou

Telvað verður hvønn dag til sunnudagin 25. apríl. Byrjað verður allar dagar klokkan 17:00. Til ber at fylgja við leik fyri leik á øllum borðum á heimasíðuni chess24.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo