Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

William Hammer er blivin sendur vestur á flogvøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løgregluna. Fær bara at vita, at hann kann hjálpa til við trygdarkanningum av ferðafólki, og um tollararnir hava brúk fyri eini hjálpandi hond, so kann hann veita teimum hana. Myndugleikarnir í Havn vilja bara sleppa av við hann. William er fullkomiliga líkaglaður, tí eftir at unnustan hjá honum og komandi barnið blivu sprongd í luftina, ger einki honum mun.
 
Vend kemur í ein dag millum jól og nýggjár, tá ið Føroyar fáa vitjan av einum saudi-arabiskum prinsi við fylgi. Hann er komin fyri at gera stórfingnar sáttmálar, og politikarar og vinnulívsfólk eru á gosi. Teir nógvu gestirnir flyta inn á Hotel Føroyar, sum hesar dagarnar verður ambassada hjá Saudi-Arabia. William Hammer er kortini vísur í, at annað enn vælvild býr undir tí arabisku vitjanina.
 
Heljarportur er fjórða krimisøgan um William Hammer og Skansadeildina. Høvundurin er Jógvan Isaksen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo