Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SEV: Eftirspurningurin eftir elorku fyrra hálvár 2023 øktist góð 7% og kom upp á 224 GWt. Grøna elorkuframleiðslan øktist góð 20% í mun til fyrra hálvár í fjør, og kom upp á 112 GWt.

Aðruhvørja ferð, tú løddi telefonina ella kókaði ketilin var streymurin framleiddur úr burðardyggum orkukeldum.

Grøna elorkuframleiðslan var 50% av samlaðu framleiðsluni. Vindorkan gav smá 26%, sum er dupult so nógv sum sama tíðarskeið í fjør, og vatnorkan veitti góð 23%, sum er minni enn í fjør. Biogass og sólorka stóðu tilsamans fyri einum lítlum prosenti av samlaðu framleiðsluni, harav biogass átti størsta partin, t.e. 0,93% av samlaðu framleiðsluni.

Størsti munurin er at síggja í vindorkuframleiðsluni, sum kom upp á 57,6 GWt í mun til 28,6 GWt í fjør. Hetta kemst partvís av, at tvær nýggjar vindmyllulundir í miðstaðarøkinum nú framleiða inn á netið, og partvís tí at battarískipan og synkronkompensator tryggja, at meira fæst til høldar av vindorkuni í Suðuroy í mun til fyrra hálvár í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo