Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Alt veldst sjálvandi um eyguni sum síggja. Men miðilin USNews hevur gjørt ein lista yvir lond sum vísir, hvar tað man vera frægast at halda til, og, umvent, hvørji støð neyvan er nakað blívandi stað.

Eitt sum leypur í eyguni er, at vit skulu heili 8 pláss niður á listan fyri at finna eitt Norðurland. Tað er Svøríki sum liggur nummar 8, ímeðan Noreg er nummar 10, Danmark nummar 13 og Finnland nummar 14, beint framman fyri Kina (!). Ísland er ikki á listanum, og Libanon fær síðsta pláss, sum er nummar 73.

USNews hevur mátað livilíkindini, og hvussu glað fólk eru umsastaðni í heiminum við at brúka ymisk kriterii, eitt nú íverksetarahugin, mentan og mentanararv eins og hvussu opið landið er fyri samhandli umframt eisini fleiri onnur parametur.

Til ber at síggja allan listan og hvussu hann er gjørdur her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo