Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

OY Voxbotn 2023: Tey flestu kenna okkurt lag hjá háaktuellu Herborg Torkilsdóttir, sum veruliga hevur dominerað føroyska tónleikapallin seinastu árini.

Hon útgav sítt fyrsta lag í 2019 og hevur síðan tá verið sera virkin, bæði við útgávum og framførslum.

Rím, skemt og søguforteljing mynda sangirnar hjá Herborg, ið hon sjálv skrivar. Hon megnar at fanga lurtaran, við sínum altíð autentiska stíli og beinraknu forteljingum.

Vit kenna sangirnar ‘Náttin var okay’, ‘Álvaratos’ og ‘Eg uttan teg’. Seinasta staklagið hennara eitur ‘Syngja í dur’ ið hon syngur saman við Ólavi á Váli Olsen og hevur eisni tað, verið væl umtókt.

Tað verður óivað ein hugnalig løta, tá áhoyrarafjøldin fer at syngja við til Herborg Torkilsdóttir vikuskifti 23. og 24.juni, tá OY Voxbotn 2023 er á skrá.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji og Lena Anderssen, Superloader, Fríði Sigmundsson og Reiley koma á OY Voxbotn 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo