Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í gjár, 12. oktober 2018, hevði mín gamli lærari og seinni starvsfelagi, Herluf Berthelsen, fylt 100 ár, um hann var á lívi. Hann andaðist 21. mars 1995, 76 ára gamal.

Tað kundi verið nógv at sagt um Herluf, sum á so mangan hátt setti spor eftir seg her í Fuglafirði - m.a. í kommunupolitikki, á ítróttarøkinum, í sangi og í vinnulívi. Hann var góður við móðurmálið, og eg minnist hann sum ein sera góðan føroyskt-lærara. Hann var eisini góður røðari, og eg minnist grækarismessurøðurnar, hann helt í skúlagarðinum, tá ið allur skúlin hvønn 12. mars ár eftir ár savnaðist at bjóða tjaldrinum vælkomnum.

Men tað, sum eg havi gleðst mest um alt mítt vaksna lív, er ríkidømið, hann gav okkum gjøgnum allar sangirnar, sum hann lærdi okkum úr Føroya Fólks Songbók. Herluf hevði eina frálíka sangrødd og spældi eisini klaver. Hann dugdi eisini so væl at gera sangirnar livandi fyri okkum, soleiðis at vit blivu góð við teir.

Hetta skal bara vera ein lítil heilsa við tøkk, nú eg minnist Herluf og síggi og hoyri hann fyri mær, meðan hann greiddi okkum frá Hans Andreas Djurhuus og legði dent á boðskapin í hesum báðum versunum í "Lítið yvir Føroya land":

Best er heimið fyri meg;
er tað vesaligt og lítið,
heimið eg ei burtur býti,
sjálvt um sett varð nógv í veð.
Móðir mín, um klødd í klodda,
gjørdi mær mín fyrsta kodda,
gav mær trúgv og yndi sítt
– kæra móðurlandið mítt.

Lítið yvir Føroyaland.
Gloymið tað á ongum sinni,
goymið tað í hjarta inni
fjalli frá til fjørusand.
Knúkur hvør og hvør ein túgva
læri hugin hátt at flúgva.
Um vit eru fá og smá,
kunnu mið tó gerast há.

Ærað veri minnið um Herluf Berthelsen.

Jógvan á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo