Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd tikin í kvøld

Mynd tikin í kvøld

Mynd tikin í kvøld

FSF: Alt er klárt til stóra brakið í Parkini í Keypmannahavn millum Danmark og Føroyar. Kring vøllin verður fullsett, og væntandi verða eini 2.500 føroyingar til dystin móti dønum.

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til stóru uppgávuna, ið bíðar. Hópurin savnaðist mánadagin, og fyrstu dagarnar bleiv hildið til í Malmø í Svøríki, har tríggjar venjingar hava verið á skránni.

Hósdagin kom føroyski hópurin til Danmarkar, og hóskvøldið varð vant á grasinum í Parkini í Keypmannahavn, og sum heild eru allir væl fyri til HM-undankappingardystin móti Danmark.

Teir fyrstu ellivu, ið venjarin, Håkan Ericson sendir á vøllin, eru hesir: Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni vera Rene Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Føroyska miðvøllin manna Hallur Hansson, Gunnar Vatnhamar, Jákup B. Andreasen og Sølvi Vatnhamar, meðan fremsti maður frá byrjan verður Jóan Simun Edmundsson.

Á bonkinum, klárir at koma inn, sita Gunnar Nielsen, Mattias Lamhauge, Heri Hjalt Mohr, Hannes Agnarsson, Bjarni Petersen, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Tróndur Jensen, Jóannes Bjartalíð, Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen og Patrik Johannesen.

Undan dystinum í kvøld hava danir fult stigtal, samstundis sum teir hava skorað 27 mál, og einki latið inn. Danmark hevur harvið tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum, sum verður í Katar komandi ár. Føroyar eru á fimta plássi í bólkinum við 4 stigum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo