Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin bjóðar í august stór altjóða tónleikanøvn og nógvar av teimum bestu føroysku bólkunum.

Nú kunngerð Summar Festivalurin tríggjar kendar tónleikabólkar, sum skulu verða við til at seta lív í festivalin.

Bólkarnir Danny & The Veetos, Páll Finnur Páll og Grandma’s Basement vera allir við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august.

Danny & The Veetos vóru kosnir ársins tónleikabólkur á FMA-tiltakinum fyrr í ár, og teir eru kendir sum ein framúr góður live-bólkur. Eftir eitt sera hendingaríkt ár eru teir nú aftur til reiðar at spæla á Summar Festivalinum.

Grandma’s Basement hava verið afturvendandi gestir á Summar Festivalinum gjøgnum árini, og nú spæla teir fyri 10. ferð á Summar Festivalinum. Tað er ein heilt serlig løta, tá ið Grandma’s Basement fer á pallin í stóra tjaldinum og fær áhoyrarafjøldina at kóka.

Páll Finnur Páll hava fleiri ferðir spælt á Summar Festivalinum, men í fjør gjørdu veðurumstøðurnar, at teirra framførsla varð avlýst. Tí er einki meira natúrligt enn, at Páll Finnur Páll í ár koma aftur á Summar Festivalin at spæla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo