Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

Mong royna, men nøkur duga hetta bara, so sum Pól F., at yrkja. Hesin, ið væl kundi nýta sterk og boysin orð, men sum hinvegin var bæði lættur og kensluborin sum fáur. Her er fyrsta ørindi um Hargar-brøðurnar við eitt árslok:

Eg gamal siti eina her
á ársins síðstu nátt,
men minnini frá bragdatíð
mær bera nýggjan mátt.
Tað er sum tit, ið fullu frá
á miðjum lívsins veg,
nú vóru her í stovuni
og tosaðu við meg.

Talan er um nýggju ørindi í alt við eyðkendum kvæðastevi og bragdarhugi, men kvøðan endar kortini við, honum so líkt, við einum hivara til bæði blaðmansrós og lavuberkrans (!).

Hondbóltur og aðrir
Nú um ársskiftið er landi alt á gosi um okkara unga, fræga hondbóltslið, sum fær hondbóltsáhugað um lond at undrast stórliga, ið er væl uppiborið um hesar hendinga knassarnar.

Kanska vit hinvegin, nú gamla árið legði hendur saman, kunnu dvølja eitt vet við okkara mongu mætu sjókappar, sum í strevi teirra møttu lívsins veruligu avbjóðingum, har ið ein serstøk gerð setti mark millum lív ella deyð.

Sum uppvaksin í sjómannaheimi hugsar ein tíðum um, hvussu okkara sjómenn í vandastøðu stigu í karakter og skaptu søgu og orð.

Eitt nú hesir, sum við dýrum fongi undir krígnum - við deyðans kvørkrataki um hálsin stríddust fyri húsi og heimi – sum í øllum veðri sigldu við sløktum lanternum, ongum vitaljósi, og bert høvdu kumpas og loggið, sum einastu tá tøku tól til hjálpar – á ferð til tað sperda bretska markedið.

Har ið so mangir av teim ikki spurdust aftur á leiðini...

Olaf Olsen
Las eina grein um trolaran Ólav Halga, sum Olaf hjá Jakku førdi yvir undir ísbrúnna á sinni fyri 56 árum síðani.

Sá á Olaf nú um ársskiftið í “Elim” í Søldarfirði. Vitiliga nakað framsettur, føddur 17. apríl 1935, men við somu róligu medferð. Hann hevur friðin við sær, evnaríkur og inntonktur, royndur skipari, sjómansskúlalærari, politikari, týðari og vinnulívsmaður, sum støðugt fær fólk at lýða á ljóðið, um talan er um verðslig ella andalig viðurskifti. Og altíð er líka hugfarsligur at skifta orð við.

Olaf er sonur sálmaskaldið Jákup Olsen úr Heimbø og Agnas, ið var systir til tann tiltikna, sterka Per Rasmussen í Toft, bónda og skipara.

Ólavur Halgi á vandaferð
Tað var millum jóla, móti kvøldi tann 27. desember 1967, at teir fóru avstað, og møtti teimum ein tráur, hvassur útnyrðingur um 10 stig líka úr Mykinesi og yvir til Hvarvið.

Komnir vestur um Kappan var ættin knappliga vorðin landnyrðingur eystan við kolandi stormi, væl omanfyri 12 stig, við tungari aldu og nøskum ísfjøllum. Veðrið versnaði alsamt, og lagt varð tí upp í ættina. Á Prins Christians Sund radio máldu teir 17 stig.

Vindurin var so ovurhonds, at ljósini bæði innan- og uttanborðs kortsluttaðu og allar sólirnar frammantil við. Í øðrum radaranum sást ikki munur á brotum og ísfjøllum, og mitt í øllum slóknaði hin radarin og hareftir ljóskastarin á brúgvartakinum, meðan antennurnar blástu niður, og harvið var alt radiosamband burtur.

Hvussu hetta man kennast, at vera í tílíkum veðri á kolsvartari nátt millum ísfjøll og uttan ljóskasara, tað ber illa til at meta um. Og náttin var long og dagurin stuttur, so okkurt mátti gerast, um boð skuldu berast aftur í bý.

Ljósbiting
“Í slíkum umstøðum er gott at vita, at ein ikki er einsamallur, men at tað er EIN, sum farast kann til og leggja øll viðurskifti í Harrans hond”, skrivar Olaf, og vit lata her orðið yvir til hannsara:

“Eg lat meg væl í, bant eina lissu á meg, fekk mær eina nýggja peru, og fór so at royna at sleppa upp á brúgvatakið. Tað var ein kolandi stormur at koma upp um kantin á brúnni, men við at halda mær fast í gelendaran og annað, eydnaðist mær at koma fram til ljóskastaran.

So var at skifta peruna, og fyri at gera tað, so mátti eg skrúva baksíðuna á ljóskastaranum frá. Tað var eitt runt messingdeksil, sum mundi vera um 50 – 60 cm í tvørmáti. Tað var skrúvað fast við trimum floymøtrikkum. Tað gekk at skrúva teir leysar, men táið dekslið var komið av, og eg skuldi halda tí, meðan eg setti nýggju peruna í, var ikki lætt.

Hóast dekslið ikki var serliga tungt, so haldi eg, at tað var nógv tað tyngsta tak, eg havi tikið í lívinum, at halda tí í tí harða storminum, meðan eg stríddist við at taka ta brotnaðu peruna úr og seta tað nýggju peruna í aftur.

Tað eydnaðist tó, og eg kom niður aftur í ølum góðum, og peran lýsti. Eg var deyðlúgvaður.”

Umhvørvið
Greinin, sum Olaf hevur skrivað um hesa lagnuferð, sum bar við sær so mangar aðrar avbjóðingar, er væl longri og stendur í tíðarritinum “Birting” undir heitinum: “Ein baldrutur túrur við Ólavi Halga”.

Eisini fær ein her ein ráki av umhvørvinum hjá teim føroysku síðutrolarunum, sum royndu um hesar vandaleiðir.

Har vera nevndir framúr skiparar sum Mortan hjá Kaj Johannesen við Skálabergi, Andrias Johannesen við Brandi Sigmundarsoni, Poli Johannesen, beiggi hansara, við Vágbingi og Dávur Poulsen av Strondum við Magnus Heinasoni.

Eitt bæriligt lið - við nøkrum og tríati royndum og røskum sjómonnum innanborðs - bæði á brúnni, á dekki, í messu, í lastini og í svølginum við.

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo