Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað kann gerast ein fíggjarligur smeitur, um tú arbeiðir á flakavirki, tá sjúka rakar. Tí tann sjúkradagpeningaskipanin, vit hava í dag, tekur ikki hædd fyri teimum, sum arbeiða í óstøðugum tímaløntum starvi – eitt nú á flakavirki.

At arbeiða á flakavirki er sera óstøðugt fyri tann arbeiðandi. Ofta kennir tú ikki tínar arbeiðstímar, og tú kennir tí eiheldur tína inntøku. Vit við støðugari inntøku kunnu illa ímynda okkum, hvussu hart tað man vera at at leggja eina fíggjarætlan til rættis, tá inntøkan er ókend. Fíggjarligur ótryggleiki elvir til strongd hjá mongum, og er ikki at spæla við. Sum javnaðarkvinna hugsi eg, at vit eiga sjálvandi at skapa so góðar umstøður sum til ber fyri verkafólkum.

Vit politikarar kunnu ikki broyta óstøðugu arbeiðsumstøðurnar, men vit kunnu syrgja fyri, at okkara skipanir taka hædd fyri tímaløntum.

Lat meg líka taka eitt dømi.

Um eitt starvsfólk á flakavirki er í tí støðu, at sjúka rakar, so verður útgjaldið roknað eftir inntøkuni fimm vikur frammanundan. Um lítið arbeiðið hevur verið tær fimm vikurnar, so verður útgjaldið frá sjúkradagpeningaskipanini hareftir.

Umframt at hava sjúku at dragast við, skal viðkomandi eisini stúra um fíggjarstøðuna. Tað er als ikki nóg gott.

Í fjør bleiv sjúkradagpeningalógin broytt, og fleiri góðar broytingar vórðu gjørdar. Men enn eru stórar avbjóðingar við skipanini og stendur tað í samgonguskjalinum, at sjúkradagpeningaskipanin skal endurskoðast. Lógin tekur ikki hædd fyri, at tímalønt eru ein fjølbroyttur hópur, og tað eiga vit at broyta.

Tí vil eg fegin spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, um hon heldur, at tað er nøktandi, at eitt arbeiðsfólk fær útgoldið 80% av eini løn um mánaðin, tá sjúka rakar? Og ætlar hon at endurskoða sjúkradagpeningaskipanina til tímalønt?

Súsanna Bertholdsen
Løgtingskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo