Nú tað stundar til jóla og ársskiftið, tað er kalt og myrkt, er ikki óvanligt at fólk brúka livandi ljós meira enn vanligt. Tað er ikki nakað forgjørt í tí, um bara vit minnast til at taka neyðug fyrivarni.
Her koma nøkur góð ráð:
-
Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battarí í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári.
-
Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi.
-
Havið eitt brandteppi á høgligum stað.
-
Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.
-
Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja.
-
Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum.
-
Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.
-
Nýtið altíð eldfastar stakar.
-
Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði.
GEVIÐ GÆTUR
-
Ansað VÆL eftir, at vatn ikki verður stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.
-
Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.
-
Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.
-
Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari.
FÝRVERK
-
Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a.
-
Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.
-
Nýt trygdarbrillur!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo