Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Stigtakararnir: Týskvøldið 29. august verður, sum lovað, uppfylgjandi borgarafundur, sum kollfirðingar skipa fyri.

18. apríl 2023, fyri fýra mánaðum síðan, var borgarafundur hildin í Kollafirði. Áleið 300 fólk møttu, og fleiri enn 100 fólk fylgdu við á stroymingini av fundinum. Kommunan var eisini væl umboðað av politikkarum og embætisfólki.

Tað vóru fleiri evni á skrá, men tað var eitt evni, sum upptók kollfirðingar meira enn nakað annað: Demografiska vanlukkan í Kollafirði.

Støðan er so mikið álvarsom, at um vend skal koma í, má Kollafjørður uppraðfestast alt fyri eitt.

Tí ímeðan metstórur fólkavøkstur er í Føroyum, sum sæst í øllum kommunum og bygdum rundan um Kollafjørð, minkar fólkatalið í Kollafirði. Tølini fyri Kollafjørð kunnu best sammetast við útjaðaratøl.

Borgarar í Kollafirði hildu seg ikki aftur við at vísa sína misnøgd á fundinum 18. apríl og vístu á misrøktina av eini heilari bygd, sum nú stendur fyri hóttafalli.

Sum býararkitekturin í Tórshavnar kommunu á fundinum vísti á, snýr kommunuætlanin fyri Kollafjørð seg einamest um landbúnaðarvirksemi, havnavirksemi og vinnufyritøkur. Altso hevur fokus ikki verið á trivnaðin og bústaðarmøguleikarnar hjá fólki, sum býr í Kollafirði, Signabø og á Oyrareingjum.

Ungir kollfirðingar flyta, ímóti sínum vilja, av bygdini
Ungir kollfirðingar og barnafamiljur hava ikki havt møguleika at búseta seg í heimbygdini, hóast tey ynskja tað.

Hesi hava ístaðin, í fleiri áratíggju, búsett seg í grannabygdunum, og hetta sæst týðiliga aftur í hagtølunum hjá Hagstovu Føroya.

Paradoksal fólkaminking í miðdeplinum
Við søguliga stórum fólkavøkstri í landinum er tað paradoksalt, at ein fólkaminking er í miðdeplinum av Føroyum.

Enntá í størsta forstaði til høvuðstaðin og størstu bygd í Tórshavnar kommunu. Barnatalið og talið av ungum fólki í Kollafirði eru í stórari afturgongd, ímeðan eldra ættarliðið er vaksandi. Tað áhugaverda er, at gongdin er hin øvugta í restini av miðstaðarøkinum, grannabygdunum og forstøðunum til høvuðstaðin.

Á borgarafundinum var m.a. ført fram, at kommunan ikki hevði heimild at selja grundstykkir fyri undirprís, og at tað harafturat var hert eftirlit við Tórshavnar kommunu samanborið við hinar kommunurnar. Men hetta er ikki rætt, tí Heilsu- og Innlendismálaráði staðfesti í farnu setu, eftir klagu frá Heðini Mortensen og restini av minnilutanum í býráðnum um sølu av grundstykkjum í Kollafirði, at: “kommunan hevur heimild at selja grundstykkir fyri undirprís, um tað er fíggjarliga ráðiligt hjá kommununi at gera tað. Vísandi til mál:17/00286-8."

Og júst hetta hava grannakommunurnar gjørt fyri at eggja fólki at seta búgv og tryggja skattainntøkur.

Alt ber til í Tórshavn, men ikki í Kollafirði
Ímeðan Tórshavnar kommuna, síðani borgarafundin í apríl, hevur kunngjørt fleiri trivnaðarátøk og risa útstykkingar í Tórshavn, Argjum og Hoyvík, er einki hent í Kollafirði.

Bert 17 dagar eftir borgarafundin almannakunngjørdi Tórshavnar kommuna eina risaútstykking Undir fjalli við 492 búeindum. Talan er um ein nýggjan býling við einum íbúgvaratali ímillum 1000-1500 fólk. Altso, kann nýggja útstykkingin Undir fjalli húsa øllum borgarum, sum tilsamans búgva í Kollafirði, Signabø og á Oyrareingjum.

Tað er ábyrgdin hjá Tórshavnar kommunu at røkja økið og tryggja bygdafólkinum, sum mynda bygdina, framtíðarmøguleikar í heimbygd síni. Tá eftirspurningurin eftir grundstykkjum er stórur í miðstaðarøkinum, og grannabygdirnar hava góð úrslit at vísa á, er tað undrunarvert, at Tórshavnar kommuna letur skattaborgarar, ímóti sínum vilja, búseta seg í grannakommununum.

Tølini tala fyri seg
Sum tølini í tabellini niðanfyri vísa, so er í aldursbólkinum 0 – 9 ár er staðfest ein minking á 15% í Kollafirði samanborið við 2001, eftir at Kollafjørður kom uppí Tórshavnar kommunu.

Hetta sama tíðarskeið vaks hesin aldurbólkur við 4% í Tórshavn og heili 39% á Strondum, sum er ein samanberilig bygd.

Í aldursbólkinum 10 – 19 ár minkaði fólkatalið í Kollafirði við 15%, meðan hesin aldursbólkur vaks við 3% í øllum Føroyum og við 17% í Tórshavn.

Í aldursbólkinum 20-29 ár er sama mynstur galdandi. Í Kollafirði er ein afturgongd á 12%, ímeðan tað á Strondum er ein øking á 23% í fólkatalinum og 18% øking í Tórshavn.

Børn og fólk í burðardyggum aldri eru vorðin burtur í einari av størstu bygdunum á Streymoynni, síðani Tórshavnar kommuna yvirtók, meðan bygdirnar norðanfyri Eysturoyartunnilin, grannabygdirnar í Sundalagnum og vestanfyri eru vaksnar nógv somu árini.

Hóast nógv var umrøtt til seinasta borgarafund, eru framvegis nógvir ósvaraðir spurningar og  ongar ítøkiligar langtíðarætlanir, sum kunnu venda óhaldbaru gongdini.

Vit vóna, at kollfirðingar, politikkarar og umsitingin aftur møta fjølment til borgarafund í skúlanum í Kollafirði hin 29. august kl: 18:30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo