40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinasta døgnið eru komin fleiri og ymisk boð frá Strandferðsluni um broytingar á Nólsoyarleiðini í dag.

Tað stutta av tí langa er, at nólsoyingar ein part av degnum í dag hava havt 12 pláss umborð á Rescue Lív, tí Erla Kongsdóttir er tikin úr sigling til annað virksemið.

Hetta er als ikki nøktandi.

Nólsoyingar hava á sama hátt sum allir aðrir føroyingar krav og rætt til gott og regluligt ferðasamband.

Sambært løgtingslóg um fólka- og farmaflutning hevur landið skyldu til at skipa fyri nøktandi sjóvegis fólka- og farmaflutningi. Flutningsskyldan fevnir m.a. um farleiðina millum Nólsoy og Havnina.

Fyri fáum døgum síðani sat eg, saman við umboðum fyri nólsoyingar, yvirav landsstýrismanninum Dennis Holm.

Vit umrøddu Nólsoyarleiðina og týdningin av góðum og regluligum sambandi og rættstundis kunning um møguligar broytingar.

Tí eri eg ikki sørt bilsin av støðuni, og eg má bara spyrja landsstýrismannin, um hann heldur, at ferðasambandið um Nólsoyarfjørð í dag livir upp til lógarkravdu ásetingina um nøktandi sjóvegis flutningssamband?

Eisini má eg spyrja landsstýrismannin, hví Erla Kongsdóttir so brádliga varð tikin úr sigling?

Eg kann, sum borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, als ikki góðtaka støðuna, og vænti eisini, at landsstýrismaðurin kemur við einum svari.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo