Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: ”Er lærarin ein, sum altíð er súrur, so fært tú ring viðurskifti við hann, og so verður tímin vánaligur, og tú verður tú vánaligur til tað, tú skalt.”

Soleiðis sigur Laura í 6. flokki í kanningini, ”Elevernes oplevelse af skoledagen og undervisningen”, sum Danmarks Evalueringsinsitut hevur latið gera. Kanningin varpar ljós á, hvat næmingar í 5.-9. flokki halda um undirvísingina; hon byggir á stórt dátutilfar frá 8 skúlum, har upplivingarnar hjá teimum, sum eru spurd, fáa gott pláss.

Boðini hjá næmingunum uppá, hvat er góð undirvísing, og hvat ikki er góð undirvísing, er í samsvari við tað, sum gransking á økinum áður hevur víst á; tað sigur Eva Thea Nørgaard Dupont, ið er ein teirra, sum hevur verið við til at gera kanningina.

”Eg haldi ikki, at tað kemur ávart á, at næmingar vísa á tað sama, sum gransking vísir á. Næmingar kenna ikki granskingina; teir peika við egnum orðum á tað, teir halda, og tað styrkir vitan okkara um, hvat er góð og motiverandi undirvísing,” sigur hon.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo