

Seinastu tíðina hava verið óvanliga nógvir tilburðir av giardia sníki hjá hundum og kettum í Føroyum.
- Giardia er ein lítil, einkyknaður sníkur, sum finst í gørnum hjá menniskjum og djórum og kann elva til leyst lív. Sníkurin er vanligur í øllum heiminum og er eisini at finna í Føroyum. Har finnast fleiri sløg av giardia, tey sløgini sum eru hjá hundi og kettu, kunnu smitta fólk, tó er tað heldur sjáldsamt, sigur Heilsurfrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuni.
Heilsufrøðiliga minnir millum annað á, at tað er av stórum týdningi við góðum reinføri, tá man fæst við djór.
- Ein góður vani er ikki at lata hundar ella onnur djór sleikja andlit og hendur, og altíð at vaska sær um hendurnar eftir samband við djór, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo