Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Onkuntíð hoyrist útsøgnin, at vónin um himmalin er fyri barnsligar sálir. Valla er tað allur sannleikin. Tað finnast væl lærd fólk og dugnalig vinnulívsfólk, ið liva sítt kristna lív í tí heimliga og yrkisliga.

Eri takksamur fyri tey, ið bóru mær boðskapinum um Jesus og tað himmalska landið. Trúgvin er ikki ein fjarur dreymur ella flýggjan frá tí jarðliga. Tey gagnaðu jørðini og mettu dagsins yrki sum eitt heilagt kall. Tey spardu seg ikki og tóku lut í sosialum manngóðum verki.

Tey vóru ein partur av tí heilaga samfelagnum. Tey vitjaðu kirkjurnar og tóku lut í gudstænastuni. Tey vóru á møti í missiónshúsinum og vitnaðu um frelsuna í Jesu fullgjørda verki. Onkur teirra gav okkum ein drekkamunn og ein køkubita. Onnur gjørdu reint og hildu Guds hús viðlíka. Fáur gjørdi alt, og enn færri gjørdu einki.

Mær runnu fleiri av hesum fólkum í huga, nú vit bæði konan seinasta vikuskiftið sigldu til Danmarkar við Norrønu. Stundir vóru at hugsavna seg um tað, ið veruliga ger lívið ríkt at liva.

Nútíðin dvølur við kynstrið at liva í javnvág millum arbeiði og frítíð. “Megna títt lív” er eitt átak fyri ungfólk við avbjóðingum. Fólkaheilsuráðið upplýsir og gevur okkum skilagóð ráð. Frálíkt!

Eitt annað áhugavert hugtak er andalig heilsa. Fyri okkum báðum gjørdist kirkjan lívsins kjølfesti, hóast ymiskt kundi verið betur. Boðskapurin um Jesus og himmalin mennir evnini at síggja tað stóra í tí smáa, at síggja ævinleikan í løtuni. Minti okkum á at síggja hvønn annan, meðan vit liva og ferðast saman á leið.

Ynskiligt er, at tárini við skilnað og andlát verða færri. Minst møguligt at angra. Einans sorgblíður saknur, ikki angurstár.

Lærarin, skaldið og rithøvundurin Hans Andrias Djurhuus (1853-1951) yrkti sálmin “eg veit eitt land, har vakurt er.” Mær hóvar væl henda einfalda sálmin. Ein barnslig trúgv, ið stundar á tað himmalska. At síggja og nema trygdina, friðin og gleðina.

Orðið um Jesus er ikki einans søgan um mannin, ið kveikti heimin við jaligari hugsan. Jesus er Guðs sonur komin til jarðar sum frelsari. Við síni sáttargerð er hann frelsari alra, ið ákalla navn hansara. Hann lat lív sítt sum loysigjald fyri synd heimsins.

Vónin um himmalin hevur fylgt mær, hóast ikki allar gerðir vitna um ella avmynda tað himmalska. Tvørrandi góðska skalar tó ikki veruleikan, at tey, ið nema frelsu Guðs við trúgv á Jesus Krist, fáa náðir at liva tað dagliga lívið undir einum opnum himmali. Tyngri og lættari dagar, í gleði og sorg, í lívi sum deyða.

“Eg veit eitt land, har vakurt er, // har deyðin frelstum einki ger, // har skínur sólin altíð bjørt, // og aldri valdar náttin svørt.”

Frelsan er ikki einans møguleiki teirra útvaldu. Frelsan er lutur hins einstaka, tá ið tikið verður ímóti Guðs gávu til ættarbólkar og fólkasløg. Frelsan er eitt tilboð.

Himmalin gevur jørðini ein møguleika, als ikki harraboð. Tað er tó væl meira enn eitt skriv til hoyringar. Støðutakan okkara er ikki einans ávirkandi. Vit – ið fingu førleika, vit og skil – hava allan avgerðarrættin at siga takk ella neitakk.

Hóast ætlanin ikki er at tamba skriftina at siga tað, ið ein sjálvur ynskir, verða tvinni skriftstøð nevnd og tikin úr sínum egna umhvørvi. Ætlanin er at lýsa møguleikan og staðfesta ábyrgdina.

“Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva.” (Efesusbrævið 2,8).

“Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” (Jóhannes 1,12).

Myndirnar í sálminum hjá Hans Andriasi eru mildar og friðsælar. Himmalin verður lýstur frágera vakur. Har skínur sólin, og náttin missir valdi. Sorgin er ikki varandi, og áin streymar rein og klár. Í himlinum býr hann, faðir vár.

“Har vaksa pálmar, rósur við, // og allar blómur lið um lið. // Har stendur lívsins fríða træ, // har ljóðar glaða einglalag.”

Longsulin eftir tí ævigu trygdini lýsir himmalin við jaligum myndum. Talan er um eina sannføring, ið gagnar tilveruni. Samstundis veitir trúgvin hvíld í einum strongdum gerandisdegi.

At lívið hugsjónarliga verður sett inn í eina størri heild hevur positiva ávirkan á virðismetingina av løtuni og samveruni. Trúgvin svarar spurninginum um lívsins upphav og evstu meining: Hvaðani koma vit, hvat er aðalmálið, og hvagar gongur leiðin við andlát?

“Hvørt kvøld, tá sólin fer í kav // og roðar himmal, roðar hav, // mítt eyga sær eitt bílæt av // tí landi, Harrin okkum gav.

Tá langtar ofta mangt eitt sinn // at koma í tær hallir inn, // ið goyma gleði, goyma gleim; // har uppi er várt rætta heim.” Amen.

Orðið: ”At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!” (Sálmur 90,12).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo