Tað sær kanska mest út sum dálking av onkrum slagi. Men í veruleikanum er tað eitt nátúrligt fyribrigdi.
Tann nógvi hitin ger, at vatnið dampar burtur og saltið er eftir. Tá saltmongdin veksur skifta algurnar í vatninum lit frá grønum til ljósareytt, og tað ger at vatnið eisini skiftir lit.
Á myndunum, sum í seinastuni hava verið nógv at sæð á netinum, er talan um vatn í Westgate Park sum liggur í útryðjuni av stórbýnum Melbourne í landspartinum Victoria. Men talan er ikki um nakað nýtt fyribrigdi og tað hendir nógvastaðni kring alt Australia.
Hitin og turkurin hava verið ógvuslig í summar, nógvastaðni hevur miðalhitin alt samdøgrið ligið um 30 stig og er um dagin komin uppímóti 50 stigum. Samstundis hevur tað bert regnað ein fimting av tí, sum tað vanliga ger.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo