Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin kunnger í dag, at Páll Finnur Páll og Danny & The Veetos verða við á ársins festivali.

Páll Finnur Páll hevur síðani aldarsskiftið verið millum mest markantu bólkarnar í føroyskum tónleiki. Teir eru bæði argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljast teir millum veruligu hittbólkarnar í nýggjari tíð. Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið tónleik út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruliga hetjustøðu á føroyska tónleikapallinum. Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum »Forelskaður sjónleikari«, »Herbergið«, »Eg fari mín egna veg«, »Grannin«, »Mín russiski vinur« og fleiri. Og eingin er sum Páll Finnur Páll, tá ið teir spæla hesar sangir live.

Danny & The Veetos spæla fólksligan popptónleik, sum hevur slóðir bæði til fólkatónleik og framrættaðan popp. Danny & The Veetos komu sum eitt frískligt lot yvir føroyska tónleikapallin í 2013, og síðani hava teir innspælt, útgivið og framført við nógvari orku. Danny & The Veetos hava vunnið hjørtu við sangum sum »Sunnukvøld í mai«, »Alright«, »Farvæl« og »Stúr ei meir«. Bólkurin hevur eisini nýggjari sangir í viðførinum, og nú eru teir aftur til reiðar at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo