Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður, spyr Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, um hjálparpakka til festivalar.

Spurningar:

1. Nær kunnu tónleikafestivalar vænta at fáa hjálparpakka fyri festivalar, sum vórðu avlýstir í summar?

2. Hvat er ætlanin at veita festivalunum endurgjald fyri?

Viðmerkingar:
Fleiri tónleikafestivalar eru aftur í summar avlýstir, tí støðan við koronu hevur verið óviss, og tí tilmælini frá landsstýrinum hava verið, at bara 500 fólk kundu savnast.

Sostatt hava festivalar annað árið á rað mist inntøkur.

Tann 8. juli í ár boðaði løgmaður frá í fjølmiðlunum, at landsstýrið arbeiddi við sama hjálparpakka, sum festivalarnir fingu í fjør, og at hesin møguliga skuldi kunngerast sama dag. Síðani hevur einki verið at frætt um hetta mál.

Tí verða hesir fyrispurningar settir.

Á Løgtingi, 4. august 2021
Beinta Løwe Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo