
Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving, og Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, tá ið avtalan varð undirskrivað

Soleiðis sær landsumfatandi yvirlitið út á Sona appini

Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving, og Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, tá ið avtalan varð undirskrivað

Soleiðis sær landsumfatandi yvirlitið út á Sona appini
Føroya Tele og ANSNI Tilbúgving hava skrivað undir avtalu um, at hjartastartararnir, sum eru skrásettir á heimasíðuni hjartastartari.fo, verða vístir á Sona appini og sona.fo. Tænastan verður sett í verk í endanum av næstu viku.
ANSNI Tilbúgving, sum hevur til endamáls at betra um førleikarnar hjá okkum føroyingum at bjarga lívi, hevur 267 skrásettar hjartastartarar, sum eru staðsettir runt í øllum landinum.
Avtalan millum Føroya Tele og ANSNI Tilbúgving merkir, at staðseting og upplýsingar um hesar skrásettu hjartastartarar verður atkomuligt og skjótt at finna á Sona appini og sona.fo.
Síðani 2018, tá ið Føroya Tele kom við Sona appini, hava nærum 50.000 føroyingar tikið appina niður, meðan í miðal 5.000 vitjandi eru á sona.fo um dagin. Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving, er fegin um, at landsumfatandi yvirlitið yvir hjartastartarar verður sjónligt og lætt atkomuligt á Sona.
- Hetta tryggjar, at fólk í eini handarvending kunnu gera seg til fyri at finna nærmasta hjartastartara, tí tíðin er altavgerandi, tá ið talan er um lívbjarging, og tørvur er á hjartastartara, sigur Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving.
Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, sum er dótturfelag í Føroya Tele samtakinum, er eisini fegin um avtaluna við ANSNI Tilbúgving.
- Sona er fjøltænasta, og tað frøir okkum, at ANSNI Tilbúgving fær atgongd til eina lætta og skjóta skipan, sum er ment til endamálið, tá ið fólk hava tørv á hjartastartara í akuttari støðu.
Avtalan inniber, at ANSNI Tilbúgving er umsitari, meðan Føroya Tele veitir tøknina, sum er karmur um tænastuna. Avtalan er galdandi í fimm ár.
Síðstu fyrireikingarnar verða nú gjørdar, og í endanum av næstu viku verður tænastan sett í verk á Sona appini og sona.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo