Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyri at gongugjaldið kann býtast millum kommunurnar, skulu øll í Føroyum GPS-sporast á fartelefonini.

Óhugnaligt.

Sambært uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um gongd í haga, skulu fólk, sum ikki búgva í Føroyum, rinda 225 krónur í gongugjaldið (Høgnagjaldi). Eisini útisetar, sum eru føroyingar og hava tilknýti til Føroya.

Peningurin skal býtast millum allar kommunur í Føroyum. 40% av gjaldinum verður býtt javnt millum kommunurnar. Meðan 60% verður býtt út, alt eftir hvar fólk eru.

Men hvussu kann ein vita, hvar fólk eru?

Jú, sambært uppskotinum, skulu allar fartelefonir sporast hvønn dag fyri at vita, hvar fólk eru.

Talan er um allar telefonir, eisini tær hjá føroyingum.

Hendna sporing av fólki tykist ógvuslig, og minnir okkum um lond, vit ikki vilja samaberast við.

Løgið, at samgongan ikki heldur tað, tá hon fyri stuttum feldi uppskotið um vakmyndatól í náttarlívinum.

Tól, sum skuldu avdúka og minka um vaksandi harðskapin í náttarlívinum.

Tað var at ganga fólki ov nær, segði samgongan.

Men tað er ein 24/7 skanningin av fólki opinbart ikki.

Síðani kunnu vit meta um, hvar fólk eru. Og tað er ikki trupult, tí flest fólk búgva í høvuðsstaðnum.

Somuleiðis eru flest almennu arbeiðspláss í høvuðsstaðnum. Flest ferðafólk gista á hotellum í Havn, og flestu ferðamannaskipini koma inn á havnina í Tórhsavn.

Síðani verður onkur buss-, bil- ella bátatúrur úti á bygd á skránni, har ferðafólkini síggja tað, sum tey í veruleikanum eru komin til Føroya fyri. Nú ókeypis.

So aftur til Havnar á matstovu og gistingarhús.

Tískil fer telefon-sporingin ikki at siga annað enn, at tey flestu eru í Havn hvønn dag.

So Høgnagjaldið endar í Havn, meðan útreiðslurnar eru kring landið.

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo