Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sírakkur teknaði

Sírakkur teknaði

Sírakkur teknaði

Eg gjørdist ikki sørt kløkkur tá eg hoyrdi um nýggja uppskotið hjá Høgna Hoydal, sum í besta kommunistiska stíli, ætlar at taka rættin frá okkum jarðeigarum, at ráða yvir okkara egnu ogn.

Ognarrætturin er tryggjaður í Grunddlógini, júst fyri at verja, í hesum førinum jarðeigarar, móti ágangi frá valdsharrunum.

Við útgangsstøði í ognarrættinum, hava jarðeigarar skipað síni viðurskiftir í høgunum kring landið. Øll lóggávan, sum skipar viðurskiftini í høgunum, tekur útgangsstøði í, at jarðeigarar ráða yvir sínari ogn.

Hvørt ættarlið hevur bygt á tær siðvenjur, mannagongdir og fyriskipanir, sum undanfarin ættarlið hava bygt upp, í samb. við røkt av bø og haga og teimum lunnindum, sum hava verið knýtt at jørðini.

Um okkara leiðir er arbeiði í bø og haga bygt á aldargamla siðvenju. Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um, at tað eru vit, sum hava ræðisrættin og avgera hvussu ferðslan í høgunum skal vera. Hettar er avgerandi neyðugt, tí tað eru vit, sum hava ábyrgdina av tí fenaði, sum er í haganum.

Tað ber ikki til at røkja hagan og fenaðin, um tey, sum eiga hagan, ikki kunnu avgera, hvør fer í hagan. Hettar er ein grundleggjandi fortreyt.

Tað er nógv fyri, at valdsharrar, sum Høgni Hoydal, við lóg, ætla at bróta alt tað niður, sum vit hava roynt at føra víðari frá okkara forfedrum. Bygdamentanin er í mongum førum sprottin úr tí sum hevur við jarðarviðurskiftini at gera. Hettar verður alt brotið niður.

Kommunan hevur ongantíð blanda seg uppí, hvussu vit røkja okkara hagar. Eg skilji tí ikki, hví Høgni Hoydal vil hava kommununa at blanda seg uppí, hvat vit fáast við í høgunum. Eg vóni at kommunurnar vísa uppskotinum frá sær.

Fólk í bygdini hava ymisk áhugamál. Hví skulu tey, sum ongan áhuga hava í jarðarviðurskiftum, blandast uppí okkara virksemi. Eg fái ikki og skal heldur ikki hava inntøkur frá privatum virksemi hjá øðrum.

Fyri nøkrum árum síðan skapti sami landsstýrismaður ruðuleika í fiskivinnuni, tá hann við sama einaræðislindi, skuldi kollvelta alla fiskivinnuna. Ein ætlan, sum eingin, ið hevði nakað við fiskivinnuna at gera, tók undir við.

Tað sama hendir nú. Eingin, sum varar av høgunum í Føroyum, tekur undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum.

Hettar hevur einki við fólkaræði at gera. Hettar er at fremja valdsgerð móti føroysku bygdunum og teirri siðvenju og mentan, sum hevur mynda bygdasamfeløgini.

Eg vóni tí, at kommunur og løgtingsfólk vísa uppskotinum frá sær, so Høgni Hoydal ikki sleppur av kollvelta jarðarviðurskiftini í Føroyum til frama fyri útlendskar turistar og ferðaskrivstovur í Havn.

Ferðavinnuni skulu jarðeigarar nokk taka sær av, soleiðis sum vit síggja fleiri dømir um kring landið.

Petur Skeel Skarðsá
Funningur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo