Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í tíðindabrævi í portalum í vikuskiftinum avdúkar Høgni Hoydal aftur sína margháttligu rættarfatan.

Hetta verður gjørt í sambandi við gerðarrættarmálið, hvørt gjaldið fyri keyp av kvotu á uppboðssølu sambært sáttmálanum hjá Fiskimannafelagnum var ein felagsútreiðsla hjá reiðarum og manning, ella um reiðarin skuldi gjalda hetta einsamallur.

Høgni Hoydal skrivar um mín leiklut sum vitni í einum gerðarrætti um henda spurning:

Manningarfeløgini bakbitin í 2011
Tá ið uppboðssøla fyrstu ferð varð roynd í 2011, vórðu manningarnar og manningarfeløgini bakbitin. Hetta var ein heilt nýggj skipan og eitt nýtt gjald til reiðaríini áløgd gjøgnum løgtingslóg. Men reiðaríini kravdu knappliga, at manningin skuldi rinda ein part av uppboðssølugjaldinum.

Manningarfeløgini fóru í Gerðarrættin, men eitt vitni, sum annars fyrr hevði umboðað manningarfeløgini, sveik tey og pástóð, at manningarfeløgini í einum gomlum sáttmála høvdu bundið seg til at gjalda sín part fyri keyp av fiskirættindum. Og tí mátti tað eisini galda fyri almennu uppboðssøluna(!). Hetta er sjálvandi slutur og vrøvl. Tá ið sáttmálin varð gjørdur, var ongin almenn uppboðssøla til yvirhøvur.”

Undirstrikingarnar eru mínar.

Verunleikin er hesin:
Høgni Hoydal leggur í hesi grein eftir einum vitni í einum rættarmáli.

Ein meginregla í einum rættarsamfelagi er, at vitni eru ein grundleggjandi partur av rættarskipanini og skulu vera fríað fyri allari sjikanu.

So týðandi er henda skipan, at í einum vanligum rættarmáli hava innkallað vitni møtiskyldu.

Vitnini eru vanliga innkallað av øðrum partinum í sivilum rættarmálum. Tað skal – sjálvandi – ikki koma teimum aftur um brekku, at tey greiða frá síni vitan um aktuella málið.

Men hesa fatan hevur Høgni Hoydal greitt ikki. Hann heldur tað vera í lagi, at gera seg inn á vitni, sum ikki vitnar eftir hansara fatan av málinum.

Hetta er enntá ikki fyrstu ferð, hetta verður gjørt. Í oktober 2020 førdi Høgni Hoydal nakað tað sama fram av sjálvum tingsins røðarapalli, sent í tingvarpinum, har hann í umrøðu av hesum máli greiddi frá, “tá Óli Jacobsen vitnaði fyri reiðararnar”.

Tað er annars ein gylt regla í tinginum, at tað skal ikki leggjast eftir fólki uttan fyri tingið. Tey hava jú ikki sama møguleika at svara fyri seg.

Hetta er avdúkandi fyri ta rættarfatan, sum Høgni Hoydal hevur, og sum skuldi verið ókent í einum rættarsamfelag, sum okkara skal eitast at vera.

Men harafturat heldur Høgni Hoydal eftir øllum at døma, at man vitnar FYRI annan partin.

Báðir partar í einum máli kunnu innkalla vitni, og eitt vitni skal halda seg til veruleikan, uttan mun til, hvør hevur innkallað tað.

Um man skuldi vitna FYRI ein part, hevði tað merkt, at man broytti og tillagaði sannleikan, so hann passaði øðrum partinum.

Tað er hetta sum Høgni rør uppundir er gjørt.

At eg var innkallaður sum vitni hevur helst verið orsakað av, at eg var tann, sum tá hevði flestu royndir innan hetta sáttmálaøki.

Sum vitni greiddi eg frá grundarlagnum fyri sáttmálanum. Tað er í stuttum, at báðir partar, fiskimenn og reiðarar, hava sama áhuga í, at tað skal koma so stór pengaupphædd í kassan sum gjørligt fyri veiðuna til býtis millum partarnar.

Er kostnaður av hesum, er hann natúrliga eisini felags.

Tað, sum tá verður býtt, er tann upphædd, sum er tøk, tá ið beinleiðist kostnaður er goldin. Tað stendur púra greitt í sáttmálanum.

Hesa frágreiðing hevði eg havt uttan mun til, hvør kallaði meg inn sum vitni – sjálvandi.

Eingin annar hevur heldur sett spurning við hesa míni frágreiðing.

Eitt annað dømi um, hvussu Høgni Hoydal manipulerar, er, har hann sigur, at eg skal hava pástaðið í rættinum, at manningarfeløgini í einum gomlum sáttmála høvdu bundið seg til at luttaka í keypi av kvotu, og at hetta ikki var galdandi í hesum málinum.

Hetta er tað reina tvætl. Eg havi ikki ”pástaðið” nakað sum helst. Havi bara víst til tann tá galdandi sáttmálan, sum eisini varð framlagdur í rættinum. Og at eg skal hava víst til ein ”gamlan sáttmála” er eisini tvætl.

Eg veit ikki, hvat hann meinar við. Ein sáttmáli er annars eins væl galdandi, um hann er ”gamal” ella ikki.

Hetta er rein manipulatón. Tað váttar eisini, at Høgni Hoydal í veruleikanum als ikki veit, hvat hann skrivar um.

Tað er greitt, at tágaldandi sáttmálin tók hædd fyri hesi støðu, sum var til viðgerðar í umrødda máli. Hetta skuldi eg, sum havi arbeitt á hesum sáttmálaøki í 36 ár - við allari virðing - kunnað vitað betur enn Høgni Hoydal.

Onnur manipulatíón er, har Høgni skrivar, ”at knappliga kravdu reiðaríini, at manningin skuldi gjalda ein part av uppboðssølugjaldinum.”

Hetta er eisini tvætl.

Reiðaríini kravdu einki, heldur ikki knappliga.

Teir hava dóm fyri, at teir hildu seg til sáttmálan, sum teir sjálvsagt ikki kunnu lastast fyri.

Hetta mál avdúkar í veruleikanum, hvat fyrrverandi fiskimálaráðharrin í grundini veit á hesum øki, og lýsir hetta væl ta rættarfatan, sum hann stendur fyri.

Hon er ikki nakað serliga hugalig.

Tað er avdúkandi fyri Høgna Hoydal, at hann á umrødda grundarlagi leggur meg undir svik og bakbit.

Hetta kann sigast at vera ærumeiðing, sum skal káva útyvir ússaliga grundarlagið fyri hansara pástandum.

Óli Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo