Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tjóðveldi: Á flokstinginum í Hósvík varð Høgni í Stórustovu valdur til aðalstjórnarforfólk í Tjóðveldi.

Tvey valevni vóru í uppskoti til sessin sum aðalstjórnarforfólk í flokkinum.

Sandoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið høvdu Jógvan Jón Henriksen í uppskoti, og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði Høgna í Stórustovu í uppskoti.
Eftir eina spennandi atkvøðugreiðslu millum umboð frá øllum økisfeløgum floksins, Unga Tjóðveldið og ting – og landsstýrisfólki, varð Høgni í Stórustovu valdur.

Høgni í Stórustovu er 59 ára gamal, hevur lisið løgfrøði og hevur starvast sum deildarleiðari í Arbeiðsloysisskipanini síðan 2009. Høgni hevur breiðar arbeiðsroyndir sum fulltrúi í miðfyrisitingini, deildarstjóri á tryggingarøkinum, sum limur og formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og nevndarlimur og forseti í Fótbóltssambandi Førroya.

- Eg gleði meg til at byrja í floksarbeiðinum, og fari við fullum huga at arbeiða fyri hugsjónini, at styrkja og savnað allar kreftir á loysingarveinginum í Føroyum, og at gera hugsjónir og tankar til veruleika. Tjóðveldispolitikkurin eigur at røkka út í hvørt heim í Føroyum, og við styrktum økisfeløgum, góðari samskipan millum okkara fólkavaldu, á tingi, í kommunum og flokkin. Tað er avgerandi at politisku flokkarnir eisini fáa eitt grundarlag at standa á soleiðis, at flokkarnir kunnu arbeiða virki fólkaræðinum at gagni.

Vit ynskja Høgna í Stórustovu hepna hond sum aðalstjórnarformaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo