40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Millum jól og nýggjár, júst sum ein er komin fyri seg eftir jólini, verður konsert á Reinsarínum við Høgna Lisberg við bólki.

At Høgni eisini er væl umtóktur uttanfyri Leirvík, tað prógva løg sum Bow Down, ið hevur meir enn 3 milliónir spælingar á Spotify. Somuleiðis hevur hann havt sín tónleik í m.a. NBA-telduspølum, Netflix-røðum, bil- og klædnalýsingum.

Høgni skrivar sangir um uppreistur, kærleika, órættvísi og myrkur. Tónlistarliga útferðin fer longri og djúpri við árunum, og hetta merkist aftur í tekstum og tónleikaligu framgongdini.

í samband við útgávuna "Within a Man", vann Høgni ein FMA í 2021 fyri ársins framleiðari. Av hesi útgávuni hava serliga løgini "Simple Man", "On Your Side" og "Waiting for You" verið at hoyrt í útvarpinum.

Men eitt er framleiðslur og útgávur. Nakað heilt annað er at uppliva Høgna live. Tá kanst tú vænta alt frá intimum og inniligum løtum, til at takið verður blást av Reinsarínum, tá Høgni skrúvar for frá, og orkan sprænir úr bólkinum.

Við Høgna á palli vera Jan Rúni Poulsen á trummum og Knút Háberg Eysturstein á tangentum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo